01.10.2020 · Almanna- og mentamálaráðið

Fólkapensjónistar meira at liva av

Fólkapensjónistar meira at liva av

Á nýggjárinum hækkar fólkapensjónin aftur og allir fólkapensjónistar fáa meira at liva av.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur raðfest korini hjá fólkapensjonistum í uppskotinum til fíggjarlóg, sum lagt er fram, og pensjónin fer sostatt aftur at hækka í januar 2021.

Ein ógiftur fólkapensjonistur, sum ikki hevur aðra inntøku enn fólkapensjón og Samhaldsfasta, fer komandi ár at hava umleið 12.600 krónur um mánaðin eftir, tá skattur og gjøld eru goldin. Eini hjún fara at hava íalt knappliga 22.000 krónur eftir.

Hækkingin er gjørd við einum frádrátti í skattinum á 500 krónur, og við einari hækking í grundupphæddini á 580 krónur.

Samgongan avgjørdi undan jólum í fjør, at pensjónirnar skuldu hækka, og at hækkingin skuldi fremjast í stigum. Fyrsta hækkingin kom longu tá. Og tá hækkingin hevur fingið fullan virknað í januar 2021, er inntøkan hækkað við 1.080 kr. um mánaðin. Samstundis hækkar gjaldið úr Samhaldsfasta.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur er fegin um hesa søguligu raðfesting, nú samgongan hevur bøtt um fíggjarligu korini hjá fólkapensjónistum.