18.03.2020 · Almanna- og mentamálaráðið

Frágreiðing um rættindi einstaklinga, ið bera brek, latast ST í næstum

Frágreiðing um rættindi einstaklinga, ið bera brek, latast ST í næstum

Í næstum skal Føroya Landsstýri lata ST eina frágreiðing um, hvat ið verður gjørt fyri at halda skyldur Føroya sambært ST- sáttmálanum um rættindi einstaklinga, ið bera brek.

Føroyska frágreiðingin er partur av donsku frágreiðingini, ið skal latast ST innan 17. apríl 2020.

Seinast Føroyar lótu ST eina frágreiðing í hesum sambandi var í 2011. Endamálið við hesum frágreiðingum er at vísa á og hava eftirlit við, hvørji framstig verða gjørd á økinum.

Saman við áhugafeløgunum hevur MEGD latið gjørt ein evnislista, ið lýsir støðuna úr sjónarhorninum hjá áhugafeløgunum. Evnislistin er grundarlagið undir spurningunum frá ST-nevndini, sum frágreiðingin roynir at svara. MEGD fer væntandi at lata eina skuggafrágreiðing seinni í ár.

Innan 1 ár eftir, at frágreiðingin er latin ST, verður skipað fyri einari hoyring í Genève, har serfrøðinganevndin, ið varðar av Sáttmálanum, hevur møguleika at seta nærri spurningar til innihaldið í frágreiðingini.

Tað er Almannamálaráðið, ið hevur havt uppgávuna at samskipa føroyska íkastið til frágreiðingina.

Les: Evnislistin hjá MEGD, List of hjá ST-nevndini og Føroyska ískoyti til frágreiðingina her.

Samlaða danska frágreiðingin kann lesast her.