12.11.2020 · Almanna- og mentamálaráðið

Framskundað pensjón í Danmark – eisini fyri føroyingar

Framskundað pensjón í Danmark – eisini fyri føroyingar

Landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, hevur í dag sent danska ráðharranum í arbeiðsmarknaðarmálum, Peter Hummelgaard, skriv í sambandi við uppskotið hjá donsku stjórnini um framskundaða pensjón. Málið snýr seg um, at persónar, sum hava verið virknir á arbeiðsmarknaðinum í minsta lagi í 42 ár, kunnu fáa rætt til framskundaða pensjón í Danmark.

Soleiðis sum uppskotið er orðað, telur arbeiðstíð frá nærum øllum londum í Evropa við, tá samlaða arbeiðstíðin skal gerast upp. Tó ikki arbeiðstíð í Føroyum og Grønlandi. Tað eru nógvir danir, sum í styttri ella longri tíðarskeið hava arbeitt í Føroyum, og føroyingar búsitandi í Danmark, sum hava arbeitt í báðum londum. Sambært uppskotinum fáa hesi sostatt ikki rætt til framskundaða pensjón í Danmark.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur hevur boðað danska ráðharranum í arbeiðsmarknaðarmálum frá, at lógaruppskotið kann hava við sær, at føroyingar og danir í Danmark kunnu vera fyri vanbýti. Somuleiðis elvir lógaruppskotið til nýggjar markaforðingar, eins og tað heldur ikki er í tráð við aðra pensjónslóggávu.

Landsstýriskvinnan fegnast um, at Peter Hummelgaard er sinnaður at tillaga lógaruppskotið soleiðis, at arbeiðstíð í Føroyum og Grønlandi eisini telur við, tá samlaða arbeiðstíðin verður gjørd upp. Føroyingar í Danmark fáa sostatt somu rættindi, sum danir, norðurlendingar og evropearar í mun til framskundaða pensjón.