07.05.2021 · Almanna- og mentamálaráðið

Framtíðarfulltrú styrkir sjálvsavgerðarrættin

Framtíðarfulltrú styrkir sjálvsavgerðarrættin

Nú verður møguligt at stovna eina framtíðarfulltrú.

Eina slíka fulltrú kunnu fólk stovna, meðan tey framvegis eru frísk og birg. Fulltrúin verður so sett í gildi, um tey seinni gerast sjúk, ella onkursvegna ikki longur megna at taka sær av persónligum og fíggjarligum spurningum.

Framtíðarfulltrúin verður sostatt ikki sett í gildi, fyrr enn umstøðurnar eru soleiðis, at viðkomandi tørvar hjálp.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, hevur seinastu tíðina arbeitt við at orða uppskot til løgtingslóg um framtíðarfulltrú.

Hetta er ein uppraðfesting av sjálvsavgerðarrættinum hjá fólki, sum orsakað av sjúku, viknaðum sinnisligum virkisføri ella viknaðari heilsu ikki longur eru før fyri at taka sær av sínum fíggjarligu og/ella persónligu viðurskiftum.

Við eini framtíðarfulltrú ber til at velja og tilnevna ein ella fleiri persónar til í framtíðini at umboða seg og taka sær av sínum persónligu og/ella fíggjarligu viðurskiftum. So leingi fulltrúaveitari sjálvur er førur fyri at taka sær av sínum egnu viðurskiftum, er framtíðarfulltrúin óvirkin.

Endamálið við skipanini er at styrkja um sjálvsavgerðarrættin og gera tað møguligt hjá borgarum undir skipaðum viðurskiftum at hava ávirkan á sítt egna lív og framtíðar viðurskifti, hóast viðkomandi gerst sjúkur ella líknandi. Talan er um eina sjálvbodna skipan og eitt tilboð til borgaran, sum sjálvur ger av, um viðkomandi ynskir at nýta skipanina ella ikki

Uppskotið er sent til hoyringar hjá viðkomandi pørtum.

Uppskotið liggur eisini á hoyringarportalinum hjá landsstýrinum, har øll við áhuga kunnu koma við viðmerkingum. Sí her.