18.09.2018 · Almanna- og mentamálaráðið

Gloym meg ei latið upp í Klaksvík

Gloym meg ei latið upp í Klaksvík

Í gjár, mánadagin 17. september 2018, lat virknis- og tilhaldsstaðið "Gloym meg ei" upp í nýggjum hølum í Klaksvík. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna helt røðu til móttøkuna. Røðan kann lesast her.

Gloym meg ei er virkis- og tilhaldsstað, sum er partur av Trivnaðardeplinum hjá Almannaverkinum. Tilhaldsstaðið hevur verið í Norðragøtu, men er í summar flutt til Klaksvíkar, inn í bygningin á Klaksvíksvegi 57, har "Húsið" fyrr hevði bústað.

Gloym meg ei vendir sær til heimabúgvandi fólk í Norðoyggjum og Eysturoy, ið hava sálarligar og sosialar avbjóðingar. Fyritreytin fyri at taka lut í virkseminum er, at fólk eru sjálvbjargin, og har er opið frá kl. 9 mánadag, mikudag, hósdag og fríggjadag.