08.03.2017 · Almanna- og mentamálaráðið

Góðan 8. mars

Góðan 8. mars

Kvinnur skulu ikki hava fyri neyðini at velja millum familju og arbeiðslív.

At tryggja hetta, er alneyðugt við góðum vælferðartænastum.

Tað er eisini neyðugt at tryggja, at pápar fáa sín lut í barnsburðarfarloyvinum.

Hetta er gott fyri børnini og tí fyri alla familjuna.

Millum annað hetta fari eg at leggja dent á í nýggja javnstøðupolitikkinum, sum verður lagdur fyri tingið til aðalorðaskiftis í heyst.

Góðan 8. mars, øll somul!

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í javnstøðumálum