27.07.2016 · Almanna- og mentamálaráðið

Hægri veiting til heimabúgvandi ung

Fíggjarliga støðan hjá ungum undir 25 ár, sum fáa forsorgarveiting, og sum búgva heima hjá foreldrum, verður nú bøtt.
Sambært lógarbroyting, sum landsstýriskvinnan í almannamálum fer at leggja fyri tingið, hækkar veitingin við 1.535 kr. um mánaðin. Hetta er ein hækking úr 13 til 22 prosent av dagpeningaveitingini.
Hesi ungu fólkini, sum fáa forsorgarveiting orsakað av heilsutrupulleikum ella arbeiðsloysi, fara nú at fáa 3.130 kr. um mánaðin, eftir at skattur og onnur gjøld eru drigin frá.
Í somu lógarbroyting fáa eisini foreldur, sum eiga barn á stovni, rætt til endurgjald fyri mista inntøku í sambandi við, at tey fara við barninum til viðgerð á sjúkrahúsi. Uppskotið er við til at styrkja sambandið millum foreldur og barn, ið býr á stovni hjá landinum.