21.11.2017 · Almanna- og mentamálaráðið

HARÐSKAPUR - í navni kærleikans

Leygarkvøldið ber til at síggja vælumtókta og biografaktuella filmin “VOLD – I kærlighedens navn” í Norðurlandahúsinum.

25. november er altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum og í tí sambandi hava Amnesty International, Kvinnuhúsið og Almannamálaráðið/Sig frá fingið spildurnýggja og viðkomandi filmin til Føroya.

Leikstjórin, Christina Rosendahl, fer sjálv at greiða frá undan sýningini og systir hennara, Pernille Rosendahl, fer at syngja nøkur løg eftir sýningina.

Talan er um ein dokumentarfilm: Kreppumiðstøðin DANNER í Keypmannahavn hevur fyri fyrstu ferð nakrantíð latið dyrnar upp fyri myndatólum og filmsgerð. Kendi leikstjórin, Christina Rosendahl, hevur í fimm ár filmað og fylgt kvinnum, sum hava verið fyri harðskapi og børnum teirra. Í filminum sigur hon teirra søgur.

Sýningin er almenn og ókeypis.

Gevið gætur, at talan bert verður um eina sýning í Føroyum á hesum sinni, nevniliga leygarkvøldið 25. november klokkan 19, so gott er at møta í góðari tíð, til tess at tryggja sær ein sess.

Amnesty International, Almannamálaráðið/Sig frá og Kvinnuhúsið

Um leikstjóran:

Christina Rosendahl (fødd í Danmark, 1971)er útbúgvin á Super16 i 2004, men hevði longu í 2002 sítt gjøgnumbrot við STJERNEKIGGER, ein dokumentarfilmur um tónleikabólkin Swan Lee. Rosendahl hevur gjørt filmar um børn og ung, m.a. SUPERVOKSEN, sum hon vann prís fyri. Spælifilmurin IDEALISTEN frá 2015 setti Thulehendingina, eitt gloymt brot av Danmarkarsøguni, á kortið. VOLD - I Kærlighedens navn er fjórði dokumentarfilmur hjá Christinu Rosendahl.