08.03.2021 · Almanna- og mentamálaráðið

Heilsan á altjóða kvinnudegnum 8. mars

Heilsan á altjóða kvinnudegnum 8. mars

Kvinnur! Gerið vart við tykkum, verið við og gerið tykkara ávirkan galdandi.

Styrki tykkara, kunnleiki, royndir og sjónarmið eru týðandi at hava við allastaðni, har avgerðir verða tiknar.

Føroyskar kvinnur seta heimsmet – heili 82 % kvinnum eru á arbeiðsmarknaðinum – men hvønn mánað forvinna kvinnur í Føroyum 200 milliónir krónur minni í mun til menn.

Henda skeivleika eiga vit at rætta við at seta okkum hægstu mál.

Tað er umráðandi, at vit eisini hava fokus á størv, har avgerðir verða tiknar – bæði í vinnuni og so sanniliga eisini samfelagsbúskaparliga – hetta um vit veruliga skulu røkka máli okkara um búskaparliga javnstøðu millum kynini.

Eg ynski øllum kvinnum ein góðan 8. mars.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í javnstøðumálum