16.02.2021 · Almanna- og mentamálaráðið

Heimið til børn og ung við autismu til fyrstu viðgerð

Heimið til børn og ung við autismu til fyrstu viðgerð

Í morgin fer Løgtingið at viðgera lógaruppskotið, ið gevur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnu í almannamálum, heimild at fara undir at byggja heimið til børn og ung við autismu.

“Eg eri sera spent uppá at fara undir byggingina av heiminum til børn og ung við autismu. Hetta er fyrstu ferð, bygt verður til júst henda málbólk, og tørvurin er ovurstórur”, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

Landsstýriskvinnan biðjur við lógaruppskotinum um, at fíggjarliga heimildin verður hækkað, og farið verður undir byggingina alt fyri eitt, tá lógin er samtykt.

Arbeiðið varð upprunaliga boðið út í desember 2019, men av tí at prísurin var nógv hægri, enn kostnaðarmetingin, gjørdi landsstýriskvinnan av at havna lisitatiónini.

Arbeitt hevur verið við spariuppskotum, tó uttan at tað skuldi ganga út yvir funktiónirnar og virksemið í heiminum.

Tá arbeiðið varð boðið út av nýggjum, vóru tilboðini lægri, enn kostnaðarmetingin.