07.08.2020 · Almanna- og mentamálaráðið

Hjálparpakki leggjast fyri Løgtingið

Hjálparpakki leggjast fyri Løgtingið

Seinastu dagarnar hevur COVID-19-smittan aftur breitt seg í føroyska samfelagnum. Hetta hevur við sær, at umleið 400 føroyingar í løtuni sita í sóttarhaldi, og tað er hugsandi, at hetta talið fer at vaksa komandi dagarnar.

Landsstýriskvinnan, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, fer tí alt fyri eitt at leggja málið fyri landsstýrið, so semja kann fáast um, hvørjir partar av hjálparpakkanum skulu leggjast fyri Løgtingið aftur.

Fyrr í ár vórðu tríggjar skipanir settar í verk til tess at lofta teimum, ið høvdu inntøkumiss orsakað av COVID-19:

Dagpeningaskipanin varð víðkað soleiðis, at hon eisini legði upp fyri sóttarhaldi í sambandi við COVID-19, samstundis sum arbeiðsgevarar fingu rætt til at fáa hesar lønarútreiðslur endurrindaðar.

Harafturat varð ALS-skipanin víðkað soleiðis, at arbeiðandi fólkapensjonistar, sum vóru heimsendir av arbeiðsgevara orsakað av COVID-19, fingu rætt til lutvíst lønarískoyti, meðan sjálvstøðugir vinnurekandi fólkapensjonistar fingu sama rætt sum vinnurekandi undir 67 ár at tekna ein trygging móti inntøkumissi.

Skipanirnar høvdu virknað afturvirkandi frá 12. mars 2020, tá samfelagið varð sett niður í ferð, og fóru úr gildi 30. juni 2020.