16.06.2016 · Almanna- og mentamálaráðið

Hvussu kann lívslong vegleiðing vera við til at stuðla undir eitt virkið arbeiðslív hjá persónum, sum hava ella kunnu fáa trupulleikar við at varðveita tilknýti til arbeiðsmarknaðin?

Hvussu kann lívslong vegleiðing vera við til at stuðla undir eitt virkið arbeiðslív hjá persónum, sum hava ella kunnu fáa trupulleikar við at varðveita tilknýti til arbeiðsmarknaðin?

Í londunum rundanum okkum er lívslong vegleiðing blivin ein hornasteinur undir einum vælvirkandi arbeiðsmarknaði. Hóast vit í Føroyum síggja framstig – m.a. við at masterútbúgving í vegleiðing er sett í gongd á Fróðskaparsetrinum, og at ein skipan við førleikamenning og førleikameting er um at blíva ment – so hevur hetta amboðið tó ikki enn fingið veruligt fótafesti í Føroyum. Á almannaøkinum hava Almannaverkið og Dugni á hvør sín hátt drúgvar royndir við at hjálpa fólkum við skerdum førleika aftur á arbeiðsmarknaðin, og hesum báðum stovnum hevði Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, boðið til fundar, saman við Deirdre Hansen og Elisabeth Holm frá Fróðskaparsetrinum at umrøða, hvussu vegleiðing kann vera við til at stuðla undir eitt virkið arbeiðslív.

Samgongan hevur sett sær fyri at seta á stovn vaksnamannaútbúgving, og ein neyðugur táttur í eini tílíkari skipan er lívslong vegleiðing. Eyðgunn Samuelsen og Almannamálaráðið verða eisini ein partur av hesum arbeiðinum, og hesin fundurin er við til at varpa ljós á, hvørjar avbjóðingar Dugni og Almannaverkið hava við verandi kørmum, og hvussu lívslong vegleiðing kann víðka um møguleikarnar at røkka málunum um, at borgarin skal kunna liva eitt trygt og sjálvstøðugt lív. Lyklaorðini eru samskipan og samstarv – lívslong vegleiðing snýr seg um samstarv millum geirar og samstarv millum ymisk fakfólk, og tí verður neyðugt at samskipa tey útbúgvingartilboðini, sum eru. Hetta kann fáa jaliga ávirkan á virksemið hjá Almannaverkinum og Dugna.