09.10.2016 · Almanna- og mentamálaráðið

Játtanin til Sinnisbata tvífaldað

Játtanin til Sinnisbata tvífaldað

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum hækkar játtanina til Sinnisbata úr 200.000 uppí 400.000 krónur.

Sinnisbati, sum er felagsskapurin hjá teimum, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra, hevur økt um, og ment sítt virksemi seinastu árini.

-Støðan hjá fólki, sum hava sálarligar sjúkur og avbjóðingar, skal takast í størsta álvara. At hava sálarligar sjúkur, er ikki nakað nýtt. Tað nýggja er, at vit so líðandi duga betri at seta orð á hesar avbjóðingar, sigur Eyðgunn Samuelsen, sum heldur, at arbeiðið hjá júst Sinnisbata hevur bøtt munandi um hesa støðu.

-Sinnisbati hevur áhaldandi varpað ljós á umstøðurnar hjá teimum, sum hava sálarsjúku í Føroyum. Tey hava skipað fyri nógvum tiltøkum, og gjørt kunningarátøk, sum greitt lýsa støðuna hjá hesum bólki av føroyingum.

-Har, tað almenna ikki røkkur, eru tað ofta sjálvbodnu felagsskapirnir, ið traðka til. Tað almenna kann so royna at skapa karmar fyri, at slíkir felagsskapir fáa gjørt sítt stóra arbeiði, ið als ikki kann gerast upp í pengum, sigur landsstýriskvinnan.

Eyðgunn Samuelsen hevur raðfest játtanina til Sinnisbata í uppskotinum til Fíggjarlóg fyri 2017.

Játtanin til felagsskapin verður sostatt tvífaldað í mun til farin ár. Sinnisbati fær nú 400.000 krónur árliga.