08.03.2018 · Almanna- og mentamálaráðið

Javnstøða á arbeiðsmarknaðinum

Javnstøða á arbeiðsmarknaðinum

Í dag er altjóða kvinnudagur. Hesin dagurin hevur verið til í skjótt 100 ár, hóast hann ikki varð viðurkendur av ST fyrr enn í 1975. Avbjóðingarnar, sum kvinnur høvdu fyri 100 árum síðan, eru ikki tær somu í dag, men kortini er nógv eftir at stríðast fyri.

Kanningar vísa, at eitt samfelag har bæði kvinnur og menn trívast, er ein fyritreyt fyri vøkstri. Kanningar úr Føroyum vísa eisini, at av samlaðu lønarútgjaldingunum í landinum forvinna menninir tilsamans næstan tvær ferðir so nógv sum kvinnurnar.

Ein orsøk er, at sokallað kvinnustørv eru lægri lønt og hava avmarkaðar møguleikar fyri uppstíging. Ein onnur orsøk er, at kvinnur í stóran mun arbeiða niðursetta tíð, men hetta er ikki altíð av egnum vilja. Fimta hvør kvinna, sum arbeiðir niðursetta tíð, kundi hugsað sær at arbeitt meira. Men sokallaðu kvinnustørvini eru eisini ofta tung størv, og fyri fleiri røkkur orkan ikki altíð til eitt fulltíðarstarv.

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna við javnstøðumálum, vísir tí á, at landsstýrið, kommunur og fakfeløg eiga at endurskoða rammurnar fyri ávísar starvsbólkar, soleiðis at allir partar trívast.

- Eg havi størstu virðing fyri teimum, sum starvast í teimum starvsbólkunum, sum kanningin vísir til. Hetta eru kanska serliga tey, sum eru um okkara børn, okkara veiku og okkara gomlu. Tá ið tað vísir seg, at fleiri eru ónøgd við viðurskiftini rundan um arbeiðstíð og inntøku, er tað umráðandi, at avvarðandi partar møta hesum starvsbólkunum og finna eitt felags stev. Vit eiga til dømis at kanna møguleikarnar fyri at skapa fleiri fulltíðarstørv, og ein partur av hesum er eisini at kanna, um rætt er at stytta arbeiðsvikuna hjá ávísum bólkum. Tí javnstøða millum kvinnur og menn fremur trivnað og fíggjarligan vøkstur.

Les meira um javnstøðupolitikkin og virkisætlanina við teimum 27 átøkunum fyri javnstøðu, sum Eyðgunn Samuelsen hevur lagt fram fyri løgtingið, her.