12.01.2021 · Almannamálaráðið

Jørðarbeiðið til Sambýlið á Mýrini boðið út

Jørðarbeiðið til Sambýlið á Mýrini boðið út

Í morgin verður jørðarbeiðið til ætlaðu byggingina av nýggja sambýlinum á Mýrini í Hoyvík boðið út.

Jørðarbeiðið verður boðið út og er hetta fyrsta stigið í byggingini av nýggja sambýlinum. Tað er umráðandi, at vit fáa gongd á byggingina av vardum bústøðum, og eg vænti, at tá vit eru komin í gongd við hetta arbeiðið, fer tað at ganga skjótt, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

Nýggja sambýlið á Mýrini er til fólk við menningartarni, og verður bygt har tað frammanundan var eitt sambýli í tveimum sethúsum. Nýggja sambýlið er til 18 búfólk, og verður sniðgivið og bygt til endamálið. Búfólkini fáa sjálvstøðugar íbúðir, har umstøðurnar eru virðiligar og gevur teimum meira privatlív. Samstundis eru starvsfólk um tey, og veita teimum ta røkt og umsorgan, teimum tørvar.

Broytingarlógaruppskotið er í løtuni til viðgerðar í Løgtinginum, og fekk eina positiva 1. viðgerð. Farið kann verða undir jørðarbeiðið, tá lógaruppskotið er samtykt.

Nýggja sambýlið fer at gera bústaðakarmarnar í Tórshavn til fólk við menningartarni betri og meira tíðarhóskandi.

Tað er Landsverk, sum bjóðar út vegna Almannamálaráðið, og útbjóðingin fer fram á heimasíðuni hjá Landsverki 13. januar 2021.

Sambýlið á Mýrini:
  • Sambýlið fevnir um tríggjar eindir við seks búfólkum í hvørji eind
  • Tvær eindir, sum eru á veghædd, fevna um sjálvstøðugar íbúðir á umleið 40-50 m2 Knýtt at hvørji av hesum báðum eindunum verður køkur/stova. Í aðrari eindini er køkurin størri og kann matgera til øll búfólkini
  • Triðja eindin fevnir um vanligar tvey-rúms íbúðir á umleið 55 m2 brutto við egnari inngongd, sum er í erva, har til ber at ganga beinleiðis inn í íbúðina, uttan at fara inn í sambýlið í neðra
  • Umframt búeindirnar hevur sambýlið felags hentleikar, so sum durur, gongd, sansarúm og hvílirúm til búfólkini, vaskirúm og goymslu
  • Eisini hevur sambýlið starvsfólkarúm, starvsfólka­umklæðing, vesi, baðirúm og leiðaraskrivstovu