17.08.2021 · Almanna- og mentamálaráðið

Jústabrekka – eitt nýbrot innan bú- og viðgerðarstovnar

Jústabrekka – eitt nýbrot innan bú- og viðgerðarstovnar

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna fegnast um, at hon við nýggju almannalógini hevur slóðað fyri betri bú- og menningartilboði fyri fólki við menningartarni og samansettum trupulleikum.


Komandi mikudag letur Almannaverkið upp nýggja bú- og viðgerðarstovnin á Jústabrekku 1 í Klaksvík.

Talan er um eitt av fyrstu tilboðum av sínum slagi – eitt satt nýbrot, sigur landsstýriskvinnan

Jústabrekka er ein nýggjur stovnur, sum verður fyribils bústaður fyri fimm ung fólk, í aldrinum 18 til 25 ár, sum hava lættari menningartarn og samansettar trupulleikum. Her fáa tey møguleika at búgva komandi trý árini, og við miðvísari námsfrøði, sálarfrøði og stuðli, mennast og vegleidd í gerandisdegnum. Sigast má, at karmarnir, sum Klaksvíkar býráð hevur umvælt og innrættað, eru bæði snotilig og hóskandi til endamálið, og er úrslit av góða samstarvinum millum Klaksvíkar Kommunu, Almannaverkið og Almannamálaráðið.

Endamálið við stovninum er at styrkja og menna persónligar og sosialar førleikar, soleiðis at tey, sum fara at búgva her, megna at liva eitt sjálvstøðugt lív, og samstundis at fáa ella varðveita tilknýtið til skúla og arbeiði. Karmarnir leggja harumframt upp til, at tey í nógv størri mun sjálvi avgera, hvussu nógv tey verða partur av felagsskapinum.

Á skránni til tiltakið verða tónleikaframførsla og røður og landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur fer at flyta fram røðu. Ein góður kaffimuður verður eisini at fáa.

Tiltakið er fyri innbodnum