19.09.2016 · Almanna- og mentamálaráðið

Kiwanisdukkan víst fram

Kiwanisdukkan víst fram

Fyrrapartin í dag, var Kiwanis-dukkan víst fram á einum tíðindafundi í hølunum hjá Kiwanis í Tórshavn.

Kiwanisdukkan er ein klútadukka, ætlað børnum, ið eru innløgd á sjúkrahús. Børnini sleppa at eiga dukkuna.

Dukkan er uml. 30 cm long og hvít, og barnið kann tekna á hana. Endamálið við dukkuni er at veita ugga og troyst í sambandi við innlegging á sjúkrahús.

Kiwanisklubbarnir í Føroyum hava tikið stig til dukkuframleiðsluna. Dukkan, ið er seymað hjá Dugna, er úr endurnýtslutilfari frá Landssjúkrahúsinum.

Til móttøkuna í dag, bar Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, fram hesa røðu:

"Góðu øll

Eg havi fingið tann heiður at siga nøkur orð til hesa stórfingnu løtu. Og fyrst fari eg at takka fyri, at eg eri boðin við til móttøkuna nú “Kiwanis-dukkukkurnar” eru komnar á marknaðin í Føroyum, og sostatt klárar til at veita innløgdum børnum ugga í sambandi við sjúkuviðgerð.

Tað er løgið at hugsa sær, at EIN dukka skal hava serliga stórt virði fyri børn í Føroyum - enntá ein dukka uttan andlit, hár og klæðir! Men hyggja vit at royndunum, sum nøkur av okkara grannalondum hava við dukkuni, kunnu vit vera vís í, at júst hendan dukkan hevur sera stórt virði - bæði fyri læknar, foreldur og ikki minst børnini, fer dukkan at verða ein stór hjálp.

Visjónin hjá tykkum, Dugni, er at ganga á odda við m.a. at virka við jaligheit og lokkandi samstarvsførleika, soleiðis at týðandi samstarvsfelagar ynskja at taka sosiala medábyrgd og virka fyri at víðka rúmliga arbeiðsmarknaðin.

Tykkara visjón er ikki einans tóm orð, men heldur grundarsteinurin fyri tykkara dagliga arbeiði, og í hesi dukkuni, síggi eg orðini í tykkara visjón aftur: “jaligheit” – “lokkandi samstarvsførleiki” – “samstarvsfelagar”- “sosial medábyrgd” og “ein víðkaður rúmligur arbeiðsmarknaður”. Tí hetta er eitt arbeiði, sum gongur tvørtur um stovnar og felagsskapir, har Dugni, Kiwanis og landssjúkrahúsið eru saman um eina verkætlan, sum hevur til endamáls at veita ein ugga til børn, sum eru undir sjúkuviðgerð – ein støða, sum fyri flest øll børn annars kann tykjast sera ræðandi.

Við hugskoti og stigtakan hjá Kiwanis, endurnýtslutilfari frá sjúkrahúsinum og arbeiðsorku frá Dugna, hava tit arbeitt saman um eitt gott endamál, og tað er eydnast tykkum at gagnnýta evni og førleikar hjá hvørjum øðrum til fulnar.

Tit, ið taka lut í framleiðsluni á Dugna, skulu vita, at tit gera eitt sera týdningarmikið arbeiði, og eg haldi, at tit eru heppin at fáa ein samstarvspartnara, sum Kiwanis, tí uttan hugskot og stigtakan hendir einki. Tað er eisini deiligt at hava aðrar stovnar, sum landssjúkrahúsið, ið vilja stuðla verkætlanini við at veita tilfar.

Kiwanis-dukkan er eitt gott dømi uppá, at við einum jaligum hugburði og einum vilja til at fáa arbeiði at eydnast væl, ber til at hava eitt gott samstarv tvørtur um stovnar og felagsskapir til gagns fyri Føroya fólk. Hetta er nakað, sum vit, myndugleikar, kunnu læra av tykkum.

Sum landsstýriskvinna í javnstøðumálum, kann eg eisini fegnast um útsjóndina hjá dukkuni. Dukkan er neutral, bæði viðvíkjandi kyni og húðarliti, og sendir hon tí eitt tekin til barnið um, at undir eini sjúkaviðgerðargongd, hevur tað ongan týdning, um tú ert ein genta ella drongur ella hvussu tú sær út. Tað sum hevur týdning, er, at tú, sum barn, kennir teg virt, hoyrt, skilt og trygt í gongdini.

At enda fari eg at takka Kiwanis fyri at taka stig til hesa verkætlanina, Dugna fyri tykkara frálíka arbeiði og sjúkrahúsinunum fyri tykkara samstarvsvilja. Við ynskjum um blíðan byr við verkætlanini og vón um at børnini fara at hava stóra gleði av dukkuni.

Takk fyri.

Eyðgunn Samuelsen

landsstýriskvinna"

Myndir frá móttøkuni: