28.03.2021 · Almanna- og mentamálaráðið

Klárt at fara undir at byggja Heimið til børn og ung við autismu

Klárt at fara undir at byggja Heimið til børn og ung við autismu

Løgtingið samtykti hósdagin einmælt, at landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, kann fara undir at byggja Heimið til børn og ung við autismu, sum verður bygt í Kvíggjartúni á Argjum.

Eg eri sera glað um, at Løgtingið einmælt hevur tikið undir við, at vit nú kunnu fara undir byggingina av heiminum til børn og ung við autismu. Hetta er fyrstu ferð, bygt verður til børn og ung við autismu, so tað verður sera spennandi at síggja úrslitið, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

Arbeiðið varð upprunaliga boðið út í desember 2019, men av tí at prísurin var nógv hægri enn kostnaðarmetingin, gjørdi landsstýriskvinnan av at havna lisitatiónini. Arbeitt hevur verið við sparingum, sum ikki ganga út yvir funktiónirnar og virksemið í heiminum. Arbeiðið varð boðið út av nýggjum í desember 2020 í sjey arbeiðstøkum. Tá tilboðini vórðu latin upp, vóru tilboðini lægri enn kostnaðarmetingin.

Nú broytingaruppskotið er samtykt, er klárt at gera endaligu avtalurnar við arbeiðstakararnar, og farast kann undir byggingina í næstum.

Heimið fer, eins og upprunaliga ætlað, at hava seks búpláss, seks umlætingarpláss og eitt virknistilboð til 16 børn og ung. Samanlagt kostar tað 39 mió. kr. at byggja heimið.