07.05.2019 · Almannamálaráðið

Kná børn ráðstevnan uppfylging

Kná børn ráðstevnan uppfylging

Sárt, men hóast tað gevandi at fáa sett orð á, hvat ið vit ikki gera og hvat ið ikki virkar nóg væl í okkara skipanum. Onki barn í Føroyum skal detta niður ímillum skipanir og vit skulu stremba eftir hvønn dag, at gera tað rætta og gera tað rættstundis.Tí øll hava vit ábyrgd av børnunum.

Fara at arbeiða víðari

Tað er tó ikki nokk, at  seta orð á hvat ið vit ikki gera og hvat eigur at gerast betur. Vit skulu seta okkum fyri, miðvíst at arbeiða saman tvørturum geirar fyri at geva okkara børnum allarbestu møguleikar at mennast. Almannamálaráðið fer at seta út í kortið, hvussu vit fremja hetta í verki.

Barnið og familjan í miðdepilin

Vit mugu fara frá at hugsa í skipanum og ístaðin at seta barnið og familjuna í miðdepilin. Tænasturnar mugu koma til tey, ið hava tær fyri neyðini, ístaðin fyri at tey, ið hava tørvin, skulu leita eftir hvat fyri tænastur eru og royna at fáa tær. Vit skulu allatíðina arbeiða við at gera skipaninar sjónligari og einfaldari fyri borgaran.

Eitt ítøkiligt átak er at fara undir at víðka ta góðu tilgongdina til allar familjur við børnum, ið bera brek. Eitt annað er styrkta ráðgevingin til allar familjur og herðingin av, at foreldur ið fáa eitt barn, ið ber brek ella hevur varandi sjúku skulu fáa skjóta og holla ráðgeving. Hetta er sett út í kortið við uppskotinum til vælferðarlóg. Ráðgevingin skal út til familjuna og fara fram rundan um køksborðið.  Barnið og familjan skal takast við uppá ráð, um neyðugt, eiga vit at lóggeva soleiðis, at rætturin hjá barninum at verða lurtað eftir og hoyrt, skal styrkjast.

Bróta múrar niður

Vit hava góð dømir um, at tað ber til at arbeiða saman tvørturum geirar, kann nevna “Góðu tilgongdina”, stovnin í Stoffalág og nú seinast átaki “Megna títt lív”. Vit skulu taka góðu royndirnar frá hesum átøkum og miðvíst arbeiða víðari við at bróta múrar niður. Eisini teir fíggjarligu múrarnir skulu brótast niður. Tað má og skal vera so, at ongin borgari dettur ímillum skipanir og tænastan heldur uppat, tí viðkomandi skiftur geira.

Fyribyrgjandi arbeiðið stóran týdning

Í dag hava vit nógv fokus á arbeiðið við teimum, ið onkursvegna eru komin soleiðis fyri, at tey hava brúk fyri tænastum. Hetta er sjálvandi neyðugt, men vit mugu hugsa longur fram og har er fyribyrging ein týdningarmikil táttur. Nógv børn og ung dragast við angist og einsemi og kenna seg sett uttanfyri felagskapin. Her mugu vit seta inn. Eitt amboð kann vera at styrkja samstarvið við sjálvbodnu felagskapirnar, tí tað er ein sannroynd at teir ofta røkka longur og hava størri netverk enn almennu skipaninar.

Eyðgunn Samuelsen landsstýriskvinna