01.07.2019 · Almanna- og mentamálaráðið

Kunngerð um bráðtørvslista komin í gildi

Kunngerð um bráðtørvslista komin í gildi

Landsstýriskvinnan, Eyðgunn Samuelsen, hevur í dag sett í gildi nýggja kunngerð, sum heimilar Almannaverkinum at seta á stovn ein bráðtørvslista til hýsing av persónum, ið hava ein serliga átrokandi bústaðartørv. Kunngerðin er seinasti liður í bústaðapakkanum hjá Almannamálaráðnum, sum Løgtingið fyrr í ár hevur samtykt.

Fyribils verður tað ein treyt fyri at koma á bráðtørvslistan, at umsøkjarin er stakur uppihaldari at barni ella børnum. Ein onnur treyt er, at umsøkjarin stendur skrivaður á bíðilista hjá almennum bústaðafelagi. Um talið av íbúðum til bráðtørvslistan økist, verður møguligt at endurskoða hesar treytir.

Talan er um ein bráðtørvslista til hýsing – ikki til bústað – og hýsing kann í mesta lagi verða veitt í 12 mánaðir. Gjøgnum alt hýsingarskeiðið hevur Almannaverkið skyldu til at ráðgeva og hjálpa persóninum soleiðis, at hesin skjótast gjørligt kann fáa ein varandi bústað.

Bráðtørvslistin loysir ikki høvuðstrupulleikan, sum er avmarkaða útboðið av bústøðum kring landið. Higartil er eydnast at finna tríggjar íbúðir til endamálið, og arbeitt verður í løtuni við at fáa til vega fleiri íbúðir. Í hesum sambandi kann nevnast, at Almannaverkið við bústaðapakkanum hevur fingið heimild at gera avtalur við privatar útleigarar um ávísingarrætt. Landsstýriskvinnan vónar, at tað skjótt eydnast at fáa í lag avtalu við privatar útleigarar soleiðis, at talið av íbúðum til bráðtørvslistan økist.