20.11.2017 · Almannamálaráðið

Kunning um tilhaldslógina og heildarætlanina um harðskap

Hóskvøldið 23. november kl 20 verður fundur í Mettustovu í Havn, har kunnað verður um nýggju tilhaldslógina eins og um Heildarætlan um harðskap í parløgum og nærsambondum. 

Sum eitt av átøkunum í Heildarætlan um harðskap í parløgum og nærsambondum, samtykti løgtingið í heyst lóg um tilhald, uppihaldsforboð og burturvísing.

Lógin veitir m.a. heimild at vísa honum ella henni, ið fremur harðskap, burtur frá heiminum eitt ávíst skifti. Endamálið er at skapa frið eina tíð hjá tí harðskaparrakta til at taka støðu til framtíðina, eins og at forða fyri, at børn verða flutt úr egnum umhvørvi í annað stað.

Við lógini verður m.a. heimilað at burturvísa einum harðligum persóni úr heiminum, umframt at áseta greiðar reglur um tilhald og uppihaldsforboð.

Umboð fyri Løgmansskrivstovuna fer at greiða frá.

Kunnað verður eisini um arbeiðið at seta í verk átøkini í Heildarætlan um harðskap í parløgum og nærsambondum, sum nú hevur vart í stívliga fimm ár.

Fundurin er almennur og ókeypis, og øll eru vælkomin.

Almannamálaráðið/Sig frá, Kvinnufelagið og Løgmansskrivstovan

Heildarætlan um harðskap kann lesast á amr.fo