10.03.2024 · Almanna- og mentamálaráðið

Landsstýriskvinnan á altjóða kvinnurættindaráðstevnu

Landsstýriskvinnan á altjóða kvinnurættindaráðstevnu

Í hesum døgum er landsstýriskvinnan í javnstøðumálum, Sirið Stenberg, á altjóða ráðstevnu á ST høvuðsborgini í New York. Her savnast heimsins leiðarar í javnstøðumálum, parlamentarikarir og áhugafeløg at hugsavna seg um høvuðsevnið í ár, sum eru kvinnur og fíggjarlig javnstøða. Vit vita, at kvinnur eru í serligum vanda fyri at vera í fátækraváða bæði altjóða, í Norðurlondum og í Føroyum.

Á breddanum hesar dagarnar eru hópin av fundum og tiltøkum. Ráðstevnan byrjar við at Sirið Stenberg, saman við teimum norðurlendsku javnstøðuministarunum, hevur fund við UN Women Executive Director, Sima Sami Bahous. Hetta er fastur fundur, á hvørjum ári hittast tey at umrøða støðuna á javnstøðuøkinum. Í ár verður eins og í fjør víst á, at hon er ikki góð. Mótstøðan veksur, og tær andstøðuskerpingar, sum vit síggja í øðrum høpi, síggjast eisini í javnstøðuhøpi. Hetta fer at merkja kvinnurættindaráðstevnuna í ár, CSW68 og tørvurin á at hittast og hava góðar semjusøkjandi samrøður hevur kanska sjáldan verið so tíðarbærur sum júst nú.

Fíggjarlig javnstøða er á skránni, tá Sirið Stenberg luttekur í pallborði við norðurlendsku javnstøðuministarunum í stóra ECOSOC salinum hjá ST mánadagin klokkan 17:15-18:30 føroyska tíð.

Til ber at síggja alla skránna fyri Commission of the Status of Women (CSW68), sum verður hildin á áttaogtrrýssinda sinni HER

Norðurlendska ráðharraráðið skipar fyri tveimum tiltøkum afturat. Fyrra er eitt serfrøðinga pallborð um fíggjarligan harðskap, sum er ein álvarsligur stórur partur av tí skerda frælsi, sum kvinnur í fíggjarligum ófrælsi kunnu koma út fyri og seinna snýr seg um fíggjarliga javnstøðu. Tiltøkini kunnu stroymast HER

  • Serfrøðingapanel um fíggjarligan harðskap er mánadagin 11. mars frá kl. 20.45 til 22.00.
  • Serfrøðingapanel um fíggjarliga javnstøðu er mikudagin 13. mars frá kl. 20.45 til 22.00.