02.09.2016 · Almanna- og mentamálaráðið

Landsstýriskvinnan bar fram røðu fyri luttakarum á IPLS-skeiði

Landsstýriskvinnan bar fram røðu fyri luttakarum á IPLS-skeiði

Mikudagin, 31. august, fingu luttakarar á skeiðinum, fasilitator í Interprofessionellari læring og samstarvi (IPLS), prógv. Til hátíðarløtuna í veitsluhøllini á landssjúkrahúsinum bar landsstýriskvinnan í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, fram hesa røðu:

Góðan dag.

Fyrst av øllum vil eg takka fyri, at eg eri boðin við í dag, nú starvsfólk úr ymiskum geirum fara at fáa prógv fyri at hava luttikið á skeiðinum – fasilitator í Interprofessionellari læring og samstarvi (IPLS), sum hevur til endamáls at útbúgva starvsfólk til at ganga á odda fyri einum betri samstarvi tvørtur um mørk.

Hetta er ein stórur dagur hjá tykkum starvsfólki - nú tit fáa prógv fyri at hava nomið tykkum vitan um, hvussu tit, sum fakfólk, kunnu gerast betri til veruliga at seta borgaran í miðdepilin, tá tænastan verður veitt, og hvussu arbeiðast kann tvørtur um geirar - og fakmørk.

Ásannast má, at samstarv kemur ikki av sær sjálvum, men krevur, at politikarar, embætisfólk, stovnsleiðarar og ikki minst tit, starvsfólk, sum eru á gólvinum, gerast tilvitað um týdningin av, at arbeitt verður stig- og miðvíst við at menna og styrkja samstarv tvørtur um mørk.   

Tí fegnist eg ómetaliga nógv um, at tit á Psykiatriska deplinum hava tikið stig til hetta skeið - og ikki minst, at tit hava givið starvsfólkum frá øðrum geirum møguleika at luttaka. Hetta boðar frá góðum, og er avgjørt nakað, sum allir geirar eiga at taka til sín, tá vit øll hvør í sínum lagi skipa fyri førleikamennandi skeiðum.

Í áratíggjur hava skiftandi samgongur, fakligir arbeiðsbólkar og fakfeløg víst á týdningin av tvørfakligum og tvørgeiraligum samstarvi, men tað hevur tíverri víst seg at vera ómetalig tungt at fáa framt í verki. Vit, politikarar, kunnu samtykkja tað, vit hava hug til, men tað nyttar onki uttan endurljóð millum starvsfólkini á gólvinum. Tað hevur somuleiðis týdning, at starvsfólk fáa neyðug amboð at útinna okkara ynskir. Eg meti avgjørt, at IPLS er eitt amboð, sum kann viðvirka til eitt dygdargott samstarv yvir um mørk framyvir.

Men vit eru blivin betri til at samstarva, og vit hava gjørt okkum nakrar góðar royndir, sum eg avgjørt meti, at vit kunnu byggja víðari á. Her hugsi eg serliga um “Tann góða tilgongdin”, Serligt skipað miðnám, og seinast ein nýggjur bú- og viðgerðarstovnur fyri ung við sálarligum avbjóðingum, sum eru dømi um, at tað ber til at fáa politikarar, embætisfólk, stovnsleiðarar og fakfólk á gólvinum at samstarva um tilboð, sum hava jaliga ávirkan á borgaran í Føroyum.

Tí vóni og vænti eg, at hesin dagur eisini verður eins stórur fyri borgaran í Føroyum, sum hevur tørv á tænastum frá almannaverkinum, heilsuverkinum og kommununum. Tað er borgarin, sum vit øll eru til fyri, sum eigur at fáa ágóðan av hesum skeiðinum, og tað ivist eg onga løtu í, at hann fer at fáa.

Í  løtuni verður arbeitt við einum tænastupolitikki, sum skal stinga út í korti, hvussu vit í Føroyum framyvir skulu skipa okkara vælferðartænastur á almannaøkinum. Uttan at siga ov nógv um innihaldið í politikkinum, so kann eg, við ST-sáttmálanum í hondini, tó gera greitt, at borgarin, sum hevur tørv og rætt til tænastur frá Almannaverkinum, skal hava størri ávirkan á egið lív framyvir.  Eg kann eisini siga, at samstarv tvørtur um mørk – bæði geiralig og professionell mørk, verður ein fyritreyt, sum vit øll skulu fyrihalda okkum til – bæði hvør sær og í felag. So uttan at lova nakað, so meti eg ikki, at tað skuldi verið nakar vandi fyri, at tit, sum í dag fáa prógv, ikki fáa gagnnýtt útbúgvingina komandi árini.

Jeg vil også sige tak til vores udenlandske undervisere for, at I har taget jer til tid til at komme til Færøerne for at undervise på dette kursus. Det er altid godt og givende at få inspiration fra andre lande, samtidig som jeg også har stor tiltro til, at I undervisere også har fået input fra de færøske kursusdeltagere, som hver dag gør deres yderste for, at borgerne på Færøerne får den service, som de har brug for.

At enda vil eg ynskja tykkum øllum hjartaliga tillukku við prógvinum og blíðan byr framyvir.

 

Eyðgunn Samuelsen

landsstýriskvinna

Myndir frá løtuni: