24.08.2021 · Almanna- og mentamálaráðið

Landsstýriskvinnan helt røðu, nú Dugni byrjar í Suðuroy

Landsstýriskvinnan helt røðu, nú Dugni byrjar í Suðuroy
1 / 4

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, hevur í dag verið til móttøku hjá Dugna, nú Dugni byrjar virksemi í Suðuroy.

Landsstýriskvinnan bar fram røðu, har hon m.a. segði:

Dugni hevur seinastu árini, saman við Almannaverkinum og kommununum her suðuri áhaldandi og miðvíst arbeitt við at fáa sett á stovn deild í Suðuroy. Sum landsstýriskvinna í almannamálum hevur hetta eisini verið eitt øki, sum eg havi valt at raðfesta høgt. Tað var tí ongantíð ivi um týdningin av at fáa sett pening av á fíggjarlógini til júst hetta virksemi. Hetta hevur borið á mál, og við eini meirjáttan vórðu lunnar lagdir undir at fara til verka tíðliga í 2021.

Móttøkan var í SALT, har ein partur av virkseminum hjá Dugna verður. Har fingu fólk høvi at síggja karmarnar, og hoyra nærri um ætlanir fyri virkseminum hjá Dugna Suðuroy.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, vitjaði eisini í Marghøllini í Vági, har Dugni í sambandi við dagin skipar fyri ítróttardegi. Harumframt fekk hon høvi at síggja nýggju karmarnar hjá Dugna í gamla SEV-húsinum í Vági og skrivstovuna í Býráðsskrivstovuni á Tvøroyri.

Les alla røðuna her:

Góðan dag, øll somul, og takk fyri, at eg varð boðin at siga nøkur orð, nú virksemið hjá Dugna er byrjað í Suðuroy.

Hugaligt at koma suður og fáa heilsa uppá tykkum, sum longu eru byrjaði í arbeiðsvenjing og ikki minni hugaligt at vita, at fleiri fólk eru ávegis. Og so tykkum bæði Eyðstein Jacobsen, sum byrjaði í starvinum sum deildarleiðari 1. juni og Birita Johansen, ið byrjaði sum starvsfólk her 1. august.

Dugni hevur til endamáls at skipa fyri arbeiðsvenjing og endurbúgving. Málbólkurin eru borgarar í Føroyum, ið hava torført við at fáa, ella at varðveita arbeiði.

Og vit kenna longu tey vælvirkandi tilboðini, sum Dugni hevur fingið bygt upp: Skúlan við Áir, verkstøð og handlar, á Kambsdali, í Klaksvík og á Hjalla í Havn. Her fáa hesir borgarar roynt síni arbeiðsevnir ella at skúla seg, so tey kunna gerast sjálvbjargin og partur av arbeiðs- og útbúgvingarøkinum.

Tó hevur tað mangla eitt líknandi tilboð fyri hendan málbólk í Suðuroynni. Undantikið eru sjálvandi teir næmingar úr Suðuroy, sum ganga á skúlanum við Áir hvar tey fáa 9. floks prógv og búgva á skúlanum mánadag til fríggjadag.

Dugni hevur seinastu árini, saman við Almannaverkinum og kommununum her suðuri áhaldandi og miðvíst arbeitt við at fáa sett á stovn deild í Suðuroy. Sum landsstýriskvinna í almannamálum hevur hetta eisini verið eitt øki, sum eg havi valt at raðfesta høgt. Tað var tí ongantíð ivi um týdningin av at fáa sett pening av á fíggjarlógini til júst hetta virksemi. Hetta hevur borið á mál, og við eini meirjáttan vórðu lunnar lagdir undir at fara til verka tíðliga í 2021.

Og sigast má, nú farið er suður um fjørðin við hesum virksemi, at móttøkan frá kommununum hevur verið so avbera góð. Kommunurnar báðar, á Tvøroyri og í Vági, hava bjóðað hølir, sum rúma hesum virksemi við “arbeiðsfremjandi tiltøkum”.

Á Tvøroyri er arbeiðið staðsett her í spennandi umhvørvinum í SALT á Drelnesi, har skipað arbeiðstilboð er við uppgávum í kaféini og við praktiskum húsavarðauppgávum. Góðir karmar eru eisini til bæði verkstovu og skrivstovu.

Og í Vági, í samstarvi við eftirspurda Ítróttarháskúlan, somuleiðis við ymiskum fyrifallandi uppgávum.

Kommunurnar húsað skrivstovunum hjá Dugna í Suðuroy, við góðum kørmum, á Býráðsskrivstovuni á Tvøroyri og í gamla SEV-húsinum í Vági, har tað eisini er kaffistova og onnur hølir.

Málið er sum frá líður, eisini at fáa endurnýtslu og handil upp í arbeiðstilboðið, sum tað jú longu verður gjørt á hinum deildunum á Dugna.

Tað er ótrúliga áhugavert og kveikjandi at síggja tykkara fjølbroytta virksemið á Dugna. Imponerandi við øllum tí, tit fáa burturúr. Og gevur hetta mær veruliga eina fatan av, at tað er nakað heilt serligt, tit gera.

Tað er jú týdningarmikið, at karmarnir hjá tykkum at virka í, eru góðir. Og tit skulu vita, at eg virðismeti hetta høgt og sera fegin vil halda fram at virka fyri hesum.

Her hava tit góðar møguleikar fyri, undir tryggum kørmum, at skipa tykkara virksemi. Bæði fyri ung, sum ikki fáa ella megna at varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin. Og borgarar, sum hava eitt nú byrjandi demens, sclerosu og parkinson, og sum ikki longur megna at vera á vanliga arbeiðsmarknaðinum.

Hesir karmar fara at verða við til at gera tað møguligt hjá tykkum á Dugna, at røkka tykkara endamáli fyri Suðuroynna. Her fara nógv fólk at fáa ein aktivan arbeiðsdag og harvið ein innihaldsríkan gerandisdag. Og við dugnaligum starvsfólkum at leggja til rættis og stuðla undir, eru tit væl útborðin til at taka av avbjóðingini, sum skal búgva tykkum enn betur sum virknir samfelagsborgarar

Vón mín er, at tað fer at gangast tykkum øllum  væl, og at suðuroyingar eisini frameftir fara at taka væl undir við hesum nýggja tilboði.

Hjartaliga til lukku og takk fyri!

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum