02.06.2016 · Almanna- og mentamálaráðið

Landsstýriskvinnan vitjaði stovnar undir Almannaverkinum í Klaksvík

Landsstýriskvinnan vitjaði stovnar undir Almannaverkinum í Klaksvík

Fríggjadagin, 27. mai 2016, var Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, í Klaksvík og vitjaði stovnar undir Almannaverkinum.

Jansy B. Klein, eindarleiðari, og Margee Dam, leiðari, buðu vælkomin við morgunmati í Sambýlinum á Mýruvegi. Síðani var víst runt í sambýlunum á Mýruvegi, Kelduskákinum og íbúðini hjá Emil.

Jansy og Margee greiddu frá, at arbeitt verður við at skapa eitt gott og trygt heim, og við støði í tí einstaka at menna førleikarnar hjá búfólkunum.

Sambýlið á Mýruvegi er ætlað fólki við menningartarni og við autismu. Búfólkini hava egna íbúð, umframt felags køk og stovu. Í sambýlinum, Kelduskákið, búgva børn og vaksin við autismu og við menningartarni. Hvørt búfólk hevur egið kamar við egnum baðirúmi. Harafturat eru felags køkur og stova.

Odda Højgaard og Ester H. Áarskarð tóku ímóti landsstýriskvinnuni í sambýlinum við Mylnutún 7. Víst var runt á sambýlinum og landsstýriskvinnan fekk eisini høvi at síggja búfelagsskapin á Heygavegi 65. Tosað var um hesi nýggju tilboðini, sum geva búfólkunum betur møguleika til at verða sjálvstøðug. 

Til seinast var Eyðgunn Samuelsen á Verkstaðnum á Brekku, har umleið 30 borgarar við ymiskum avbjóðingum arbeiða.

Arbeiðið verður skipað í mun til førleikarnar hjá arbeiðsfólkunum. Á verkstaðnum gera arbeiðsfólkið ymiskar lutir; plattar til fiskivinnuna, kassar til Føroya Bjór, dukkuvognar, postkassar, pútur, bundin pløgg o.a. Verkstaðurin hevur eina sølubúð, sum hevur opið allar yrkadagar frá 8-16.

Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum var eisini við á vitjanini.