23.03.2018 · Almanna- og mentamálaráðið

Landsstýriskvinnur á norðurlendskum ráðharrafundi

Landsstýriskvinnur á norðurlendskum ráðharrafundi

Eyðgunn Samuelsen og Sirið Stenberg hava verið í Uppsala á norðurlendskum ráðharrafundi um almanna- og heilsupolitiskt samstarv.

Á fundinum umrøddu ráðharrarnir spurningin um, hvussu vit skapa samanhangandi røktar- og umsorganartænastur, serliga við atliti at eldri borgarum. Ítøkiliga snýr hetta millum annað seg um støður, tá borgarar fara frá sjúkrahúsinum og út í eldrarøktina ella aðrar almennar tænastur, sum liggja uttanfyri sjúkrahúsverkið.

Landsstýriskvinnurnar Sirið Stenberg og Eyðgunn Samuelsen greiddu frá støðuni í Føroyum, og tí, sum tær arbeiða við á hesum økinum.

“Vit hava eina serliga ábyrgd, tá ið tað umræður eldri, sum hava tørv á tænastum bæði frá heilsuverkinum, almannaverkinum og eldrarøktini. Tað vísir seg, at øll Norðurlond – bæði stór og smá – stórt sæð hava somu avbjóðingar við samskipanini á hesum økinum. Tí er tað sera áhugavert at hoyra og skifta orð um, hvussu vit kunnu arbeiða við at loysa hesar avbjóðingar frameftir,” siga Sirið Stenberg og Eyðgunn Samuelsen.

Almannamálaráðið og Heilsu- og innlendismálaráðið

mynd: Eyðgunn Samuelsen, Dagfinn Høybråten, aðalskrivari í Norðurlandaráðharraráðnum og Sirið Stenberg