08.06.2016 · Almanna- og mentamálaráðið

Landsstýriskvinnur vitjað Barnahúsið

Landsstýriskvinnur vitjað Barnahúsið

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, vóru í vikuni og vitjaðu Barnahúsið.

Har fingu tær kunning um virksemið í Barnahúsinum, sum skjótt hevur virkað í trý ár.

Oddbjørg Balle og Jendis Gærdbo vístu landsstýriskvinnunum hugnaligu hølini, eins og tær greiddu frá virkseminum í Barnahúsinum.

Barnahúsið er eitt barnavinarliga innrættað hús, har myndugleikar savnast í sambandi við mál um ágang móti børnum, ella tá illgruni er um hetta. Í Barnahúsinum kunnu kanningar og avhoyringar av barninum gerast, og kreppuhjálp kann veitast barninum og avvarðandi.

Barnahúsið er karmur um eitt samskipað samstarv millum barnaverndartænastuna, løgregluna og heilsuverkið í sambandi við mál um kynsligan ágang og annan harðskap móti børnum.

Myndir frá vitjanini