01.11.2016 · Almanna- og mentamálaráðið

Landsstýriskvinnur vitjað Ráðgeving

Landsstýriskvinnur vitjað Ráðgeving

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, vitjaðu týsdagin Ráðgevingina fyri føroyingar í Keypmannahavn.

Marianna Andreassen og Randi Johannesen greiddu landsstýriskvinnunum frá og kunnaðu um arbeiðið hjá Ráðgevingini, sum er at hjálpa og vegleiða føroyingum í Danmark.

Arbeiðsuppgávurnar hjá starvsfólkunum á Ráðgevingini eru nógvar og ymiskar. Eitt nú at greiða viðurskiftini hjá familjum við langtíðarsjúklingum. Harafturat kunnu spurningar stinga seg upp um pensiónir, eins og nógv lesandi leita sær ráð um skattaviðurskifti.

Starvsfólkini á Ráðgevingini  starvast innan eitt breitt øki og taka sær av sosialu viðurskiftunum sum heild hjá føroyingum, sum koma til og sum eru í Danmark og fylgja annars við í tí, sum rørist millum føroyingar í Danmark.

Eyðgunn Samuelsen og Sirið Stenberg eru í Keypmannahavn á Norðurlendskum Ráðharrafundi, og fingu fyrrapartin stundir og høvi at vitja Ráðgevingina.

 

Endamálið hjá Ráðgevingini er, sambært heimasíðuni:

at veita føroyingum í Danmark hjálp og vegleiðing í sosialum, persónligum og lestrarligum spurningum

at reka upplýsandi arbeiði á nevndu økjum mótvegis einstaklingum, myndugleikum og stovnum her og heima

at virka sum millumlið millum føroyingar í Danmark og myndugleikar og stovnar her og heima innan nevndu økir.