26.04.2018 · Almanna- og mentamálaráðið

Leigulógin dagførd

Leigulógin dagførd

Løgtingslóg um útleigan av bústøðum varð sett í gildi í 2010. Bert smávegis tillagingar eru gjørdar í lógini síðani tá, og tørvur hevur verið á ávísum tillagingum í leigulógini. Hesar vórðu samtyktar á seinasta degi Løgtingsins fyri summarsteðgin.

Umframt tekniskar broytingar og greiðari allýsingar, eru fleiri innihaldsligar broytingar gjørdar. M.a. at brunatrygd og brunaverja nú verða tikin í størri álvara. At eftirspurningurin eftir bústøðum er so ovurhonds stórur, og at lítlar og ongar treytir hava verið settar til leigubústaðir, hevur við sær, at standurin á leigubústøðum kann vera sera vánaligur, og í førum hættisligur.  Leigunevndin hevur víst á, at hon í sínum virki er komin fram á leigubústaðir, ið ikki lúka krøvini til brunatrygd og rýmingarleiðir. At hesi viðurskifti ikki eru í samsvari við reglur á økinum kann hava vanlukkuligar avleiðingar.

Krøv til bústaðir er kommunalt ábyrgdarøki. Við lógarbroytingini fáa kommunurnar heimild at gera skrá yvir leigubústaðir, ið lúka lógarásett krøv til bústað. Talan er í høvuðsheitum um reglur um brunatrygd og brunaverju. 1. januar 2017 kom nýggj byggireglugerð í gildi, ið eisini setir onnur krøv til bústað. Byggireglugerðin er tó bert galdandi fyri bústaðir, ið eru nýbygdir, umbygdir ella umvældir eftir 1. januar 2017.

Eisini fær leigunevndin heimild at taka mál upp av sínum eintingum, tá leigunevndin í sambandi við kærumál um onnur viðurskifti kemur eftir, at leigubústaðurin ikki lýkur lógarásett krøv til bústað.

“Eg fegnist um tær tillagingar sum nú eru gjørdar í leigulógini, sigur Eyðgunn Samuelsen landsstýriskvinna í bústaðamálum. Eg vóni, at kommunurnar taka heimildina at gera eina skrá yvir góðkendar leigubústaðir til sín. Ein tílík skrá vildi verið eitt týdningarmikið íkast til at fingið betur yvirlit yvir støðuna á leigumarknaðinum og eitt gott grundarlag fyri víðari arbeiðnum at fáa enn betri viðurskifti á leigumarknaðinum. Við einum neyvum yvirliti yvir standin á føroyskum leigubústøðum kundi eitt hóskandi næsta stig verið, at sett nøkur ítøkilig krøv til hvat vit meta kann leigast út til bústað.

Tað er týdningarmikið, at vit áhaldandi menna regluverkið kring leigumarknaðin og arbeiða fram ímóti enn betri og meira skipaðum viðurskiftum. Hesin parturin er serliga týdningarmikil, um fleiri privatir aktørar vilja bjóða seg fram at loysa bústaðaravbjóðingina í Føroyum”, sigur landsstýriskvinnan at enda.