22.09.2017 · Almanna- og mentamálaráðið

Leigulógin er til hoyringar

Leigulógin er til hoyringar

Í samlaðu ætlanini hjá samgonguni at fáa ein góðan og vælskipaðan bústaðamarknað, soleiðis at allir kreftir í samfelagnum kunnu ganga saman um at fáa tilvega fleiri og tíðarhóskandi bústaðir, er alneyðugt at hava hóskandi karmar um leigumarknaðin.

Verandi leigulóg er ikki endurskoðað síðan hon varð sett í gildi í 2010. Síðan lógin varð sett í gildi og leigunevnd fyri alt landið er komin at virka, er leigumarknaðurin vorðin alsamt meira skipaður. Tó vísa royndirnar, at tørvur er á batum og tillagingum, serliga nú vit hava fingið eitt alment bústaðafelag.

“Ein góður og vælskipaður bústaðamarknaður er ein av hornasteinunum í einum vælferðarsamfelagi. Hesa uppgávuna skulu vit lyfta. Við hesum uppskotinum hava vit tikið enn eitt stig rætta vegin,” sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í bústaðamálum.

Leigulógin er í løtuni til hoyringar til 11. oktober. Uppskotið kann lesast her og til ber at senda møguligar viðmerkingar til amr@amr.fo.

Meira um lógaruppskotið:

Síðan leigulógin varð sett í gildi í 2010 hava vit fingið eitt alment bústaðafelag, Bústaðir, og ein av nýskipanunum við lógaruppskotinum er, at leigulógin verður tillagað almenna bústaðafelagnum. Tað er serliga neyðugt, at almenna bústaðafelagið fær heimild at skipa bústaðir til serligar málbólkar. Her hevur bústaðafelagið ella tað almenna tørv á, at seta seta treytir fyri serligum bústøðum, eitt nú lestrarbústøðum, ungdómsbústøðum, eldrabústøðum og vardum bústøðum. Eisini er tørvur á at veita heimild fyri at Almannaverkið kann ávísa 5. hvørja íbúð hjá almenna bústaðafelagnum til bústaðarsosial endamál, og at seta treytir fyri hesum.

Onnur nýskipan við uppskotinum er, at bæði leigarar og útleigarar fáa betur rættindi enn higartil. Útleigari fær betur rættindi at fáa leigara úr leigumálinum í sambandi við týðandi mishald. Eisini fær leigari størri freist at gera umvælingar á leigumál og at leiga leigumálið út av nýggjum, uttan at hetta skal ganga út yvir manglandi leiguinntøkur.

Sambært uppskotinum, so verður uppsagnarfreistin hjá leigarum, ið reka vinnuliga útleigan, longd úr einum mánaði upp í tríggjar mánaðir. Og leigari skal vera farin úr leigubústaðnum 14 dagar áðrenn uppsagnarfreistin er úti, so útleigarin kann gera umvælingar. Eisini kann útleigari siga leigumál upp, tá børn, systkin, foreldur ella verforeldur skulu nýta leigumálið.

Í dag kunnu leigarar, ið eru fluttir úr einum leigumáli, ikki kæra til leigunevndina. Eins og leigunevndin ikki kann viðgera mál av sínum eintingum, um viðurskifti, ið leigunevndin kemur fram á í sambandi við kærur um onnur viðurskifti. Við hesum uppskotinum kann leigari, ið er farin úr einum leigumáli lata leigunevndini kæru um, at leigubústaðurin ikki lýkur lógarásett krøv til bústað. Eisini kann leigunevndin, tá hon í kærumálum kemur fram á leigubústaðir, ið ikki lúka lógarásett krøv til bústað, og har hetta ikki er partur av kæruni, taka hesi viðurskifti upp av sínum eintingum. Serliga eru tað viðurskifti í sambandi við brunaverju og rýmingarleiðir, ið leigunevndin kemur fram á. Við tað at hesi viðurskifti eru ásett í lóg, og at talan er um so týðandi viðurskifti, ið kunnu hava vanlukkuligar avleiðingar, verður mett, at leigunevndina eigur at fáa heimild at viðgera tílík viðurskifti.