08.12.2023 · Almanna- og mentamálaráðið

LGBT+ Føroyar og Sirið á fundi

LGBT+ Føroyar og Sirið á fundi

Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, sum eisini er landsstýriskvinna í javnstøðumálum, hitti í dag samskiparan hjá LGBT+ Føroyum, Esther Margreth Petersen.

Á fundinum vísti umboðið fyri LGBT+ Føroyar á virksemi og framtíðarætlanir hjá felagsskapinum. Eisini varð víst á kanningar, sum vórðu gjørdar í 2016 og 2022. Hesar vísa, at LGBT+ persónar eru í serligum vandabólki fyri at hava og fáa vánaliga sálarheilsu, og at tey eru fyri happing í nógv størri mun enn aðrir bólkar í samfelagnum. Tí er stórur tørvur á at hava ein vælvirkandi felagsskap, eitt stað at hittast, og at tað samstundis verður røkt fyri, at samfelagið rúmar okkum øllum, vísti samskiparin hjá LGBT+ Føroyum á.

Sirið Stenberg luttekur í norðurlendskum høpi í samstarvi um LGBT+ mál, og hevur eisini róð framundir at fáa LGBT+ Føroyar á fíggjarlógina. Hesi málini hoyra saman við javnstøðumálum í dag, og tað verður ikki broytt, tí er tað eins natúrligt fyri okkum at arbeiða við og fyri LGBT+ málum, sum fyri javnstøðu og øvugt, sigur landsstýriskvinnan. Harafturat vísti Sirið á týdningin at arbeiða við tolsemi, dannilsi og rúmsátt í okkara samfelag, og at hon, eins og hon segði til bæði FIMFF og Faroe Pride 2023, framhaldandi fer at raðfesta hesi mál í sínum arbeiði.