02.08.2023 · Almanna- og mentamálaráðið

Listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík ólavsøkuaftan

Listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík ólavsøkuaftan

Astri Luihn og Sigrun Gunnarsdóttir sýna málningalist fram.

Góðu tit øll og góðu tit mætu listakvinnur.

Ólavsøkan verður neyvan vakrari enn tað, at fáa heiðurin at siga nøkur orð nú tvær at okkara mætastu listakvinnum sýna sína list fram fyri okkum, og harvið taka okkum burturúr meldrinum og inn annan heim. Ein heim har tað er gott at vera. Har hugurin kann reika og sveima, og har sansirnar vera vaktir og rørdir. Her er abstrakt list eins og heilt ítøkilig myndaevni. Samanrenningin er vøkur. Ymisleikin í myndunum styrkir vakurleikan. Tit fáa tað besta fram í hvørji aðrari.

Smiðjan í Lítluvík er sum navnið sigur lítil, men her inni er nakað stórt at uppliva. Her er ein stórur heimur í tí lítla húsinum. Tað er ikki tann fysiska støddin, ið ger nakað í lívinum stórt. Tað er framsýningin dømi um, eins og tað ofta gongur aftur í listini.

Fyri meg sum vanliga konu kann vera ringt at seta orð á hvat list er. Sprotar man tað so stendur tað, at tað m.a. kann vera ein fagurfrøðilig framseting av upplivingum ella kenslum. Fyri meg er tað nakað, sum rørir og fær meg at reflektera. Nakað, sum bæði kann kveikja og metta hjarta, eygu og heila. Nakað, sum fær meg at hugsa øðrvísi og síggja onnur lívssjónarmið. Nakað eg læri av og sum kann seta tingini í perspektiv. Tað er ilt at seta orð á. Tað fær meg at hugsa um Peter Plys, sum spyr Grisling, hvussu man  stavar orðið kærleiki. Man stavar tað ikki, men følir tað svaraði Grisling. Soleiðis kenni eg tað nú eg í mínum ófullkominleika skal royna at seta orð á tað eg upplivi við tykkara fantastisku list. Hon skal upplivast- følast.

Nógv hava roynt at lýsa listina. Tað finst m.a. ein sera góð týðing eftir T.N. Djurhuus. Ein yrking, ella ein heiðurskvøða til listina. Hon er skrivað til tónlistina, men hóskar eins væl til myndlistina. Myndlistin og tónlistin eru sera nær skildar spyrt tú meg. Hann sigur millum annað í yrkingini

“Tann listin framd vil vera í huga kveikir bál

og hana fram vit bera av okkar ynstu sál”

Soleiðis upplivi eg tykkum báðar og tykkara list. So ymiskar tó so líkar. Tvey ymisk menniskju við sera ymiskum úttrykkum. Øll variatión yvir sama tema. Tað at vera menniskja, tað eksistensiella, tað droymandi, sveimandi og tað heilt ítøkiliga. Tað søguliga og gerandisdagurin hond í hond. Tað stóra hugtakandi kosmos. Tað musiska og tað átrúnaðarliga.  Tað æviga.

Tit hava eisini báðar gjørt hvør sína kærleikskúlu. Tí hanga tit í mongum húsum og hava uttan iva liðið undir mongum jólatrøum. Tað er gott skotsmál at fáa.

Góða Sigrun.

Tá ið eg hevði sitið nakrar dagar í landsstýrissessinum fekk eg ein brævpakka sendandi við postinum. Tað var ein bók frá tær Sigrun. “Tað stóra í tí smáa”,  sum Niels Ohrt, Maria Jørðdal Niclasen dóttir tykkara, og Solveig Hanusardóttir Olsen hava skrivað um teg. Eg var so rørd og glað, at tú kundi hugsa tað. Av hjarta takk. Á fyrstu síðu sendi tú mær góð ynski og so skrivaði tú “Tað hjarta sær gloymist ei”. So vakurt og sigandi. Og tað júst, sum tú sigur. Tað, sum vit goyma í hjartanum hava vit við okkum. Okkara avbjóðing sum menniskju er nokk meira at læra okkum at síggja við hjartanum. Tí hvat síggja vit? Og hvørjum síggja vit við. Alt veldst um eyga, sum sær plaga vit at siga. Men alt veldst væl um hvørjum vit síggja við. Tað veldst um perspektiv.

Eisini setningurin “Listin er hjartað eg lati úr og gevi tær” er blivin ein av tínum setningum. At lata hjartað úr og geva okkum tað er sanniliga stórfingin gáva. Onki er størri enn tað. Tað er at geva av sær sjálvum.

Tú ert fødd á Eiði. Abbin var Niels Andreas Kruse, sum eisini verður skrivaður sum Føroya fyrsti listamálari. Hann doyði, tá ið tú Sigrun var 3 ára gomul. Kanska eru listaevnini íborin ella møguliga er tað at vaksa upp saman við listarligum tilviti avgerandi fyri lívsleiðina, tað er ilt at siga, men listaevnini hevur tú heilt framúr. Tú bleiv liðug við tína listaútbúgving í Keypmannahavn í 1980 og so væl hevur gingið, at tú í 2011 fekk Mentanarvirðisløn landsins, sum er hægsti heiður Føroyar eiga at bera listafólki.

Tað er skrivaðar bøkur um teg. Ein framúr góður filmur “Heartist” er nýliga gjørdur um teg, og tíni verk eru kend og virðismett bæði í Føroyum og uttanlands. Í tínum verkum eru nógv symbol og vit sum hyggja og uppliva listaverkini uppliva ofta at fleiri løg eru í málningunum. Myndirnar samskifta onkursvegna við okkum bæði tilvitað og við tað ótilvitaða. Tær fáa okkum at gruna um lívsins stóru og tilveruligu spurningar. Ofta lýst við púra vanligum gerandismotivum og myndaevnum, sum øll kenna. Men tað er altíð tað eyka, ella tað afturat, sum vit sum royna at leita við hjartanum finna. Tað er spurvurin, eingilin, myndin á bróstinum, bíblian, roykurin, saltkarið, foldaðu hendurnar, húsið, nalvastrongurin, breyðið, barnið, nýføðingurin, ættarliðini, vegurin, hurðin, sólin og soleiðis kundi eg hildið fram. Tí tað at lýsa tað stóra í tí smáa er júst tað tú megnar so væl. Tað setur tingini í perspektiv. Lærir okkum líkasum at gruna um hvat nú hevur týdningi í lívinum tá ið alt kemur til alt. Onkuntíð upplivist tað, sum at hyggja við barnaeygum, og at barnatrúgvin verður sett á lørifti.

Motivini eru rein og greið og litirnir klárir og nakað dempað er yvir teimum. Eg legði til merkis, at tú í eini samrøðu segði, at “Listin skal vera góð samstundis sum hon hevur ein boðskap, men boðskapurin skal ikki vera soleiðis, at myndin hvílir í honum. Myndin skal hvíla í sær sjálvum. Men kanska tú fært okkurt burturúr”.  Jú sanniliga fáa vit nógv burturúr tínum myndum. Og tær hvíla trygt í sær sjálvum. Sum tú.

Góða Astri.

Vit hava norðmonnum nógv at takka fyri, at vit hava fingið teg heim til okkum. Tú ert fødd í Norra, í Oslo, og tað stendur skrivað um teg, at tú frá barnsbeini av var hugtikin av at tekna. Tú hevði eisini ein lærara, sum helt teg til og eggjaði tær at tekna. Tað vóru eisini fólk í tíni familju, sum lærdi teg um litir og perspektiv. So hevði tú eisini tann framíhjá rætt, at tú hevði tína gongd í verkstaðnum hjá listamonnum í siðbundnum træskurðararbeiði. Eg taki hetta við fyri at vísa, at lærarin, familjan og umhvørvi hava stóran týdning fyri at íbornu listaevnini kunnu spíra og seinni blóma. Júst hetta gongur so sera væl hond í hond við tíni stóru vøkru listprýðingar á m.a. skúlum. At tú hugsar tónleik, kvæði, list, søgu og annan íblástur inn í títt arbeiði soleiðis, at næmingar í t.d. skúlanum við Streymin ella á Tórshavnar Musikkskúla fáa høvi at virka og læra mitt í einum listaverki. Og at lærarar kunnu brúka listprýðingina beinleiðis í undirvísingini. Tað er so vakurt og so umsorganarfult fyri okkara børnum, og okkara skúlaskapi, at tú gert tað. Og ikki minni fyri okkara søgu og samleika.

Tú ert av okkara allarfremstu myndlistafólkum, men faktisk ert tú útbúgvin í tónleiki. Tú hevur lisið tónleik og granska í fólkatónleiki og kvæðum. Tað sæst aftur í myndaevnunum. Tað er nakað musiskt yvir tínum kompositiónum. Bæði í litum og strokum. Nakað lætt, sveimandi og rútmiskt. Myndirnar hava sín egna melodi. So tónlistafólkið Astri hevur flutt seg frá tónleikinum yvir í myndlistina, men tónlistina hevur tú við tær. Tíbetur. Onkur skrivaði, at tú kanst taka menniskja úr tónleikinum, men ikki tónleikin úr menniskjanum.

Tað er serliga tínar stóru myndir við bláu og grønu litunum, sum hugtaka meg. Tað er nakað ævigt yvir teimum. Ein friður og ein dýpd, sum er sjáldsom. Tað er tað vit eru umgird av. Luft, himmal, vatn og fjøll og bøur. Teir ævigu litirnir. Litirnir í nógvum nuancum. Og so fuglarnir. Lomvigarnir. Teir standa stinnir ytst á eggini ella eru á flogi. Teir kunnu fáa okkum at hugsa um menniskjuni, um umhvørvi, um frælsi- ella ófrælsi, um útlongsil og at venda aftur at síni rók, um fuglaungan, sum dettur nógvar metra niður av rókini, men í tí lærir at flúgva, um havið og um lívið. Innara hugmyndina mugu vit gera okkum sjálvi, men ítøkiligu myndina gjørdi tú. Tú fær okkum at reflektera. Er tað nakað heiminum tørvar so er tað tað.

Góðu tit báðar.

Fyri kortum var ein stór vøkur framsýning í Listasavninum “Myndir í trúnni”.  Har áttu tit tykkara stóra part. Sama er galdandi fyri føstu framsýningina á Listasavninum. Tit eru í skúlum og á stovnum. Tit hava sýnt fram í fleiri ymiskum londum. Tit eru fantastiskar. Tit eru undangongukvinnur og í tilkomna ættarliðinum av listafólkum, sum ikki hevur talt so nógvar kvinnur. Tí eru tit eisini fyrimyndir á tí leiðini, eins og listarliga.

Eg fari at ynskja tykkum báðum og øllum tykkara góða ólavsøku og blíðan byr á lista- og lívsleiðini.

Hjartaliga tillukku við framsýningini. Vónandi koma nógv fólk á gátt. Tað hevur framsýningin uppiborið og tað ger fólki væl.

Takk fyri heiðurin!