19.05.2020 · Almannamálaráðið

Lóg um almannatrygd og tænastur einmælt samtykt

Lóg um almannatrygd og tænastur einmælt samtykt

Løgtingið hevur í dag einmælt samtykt lóg um almannatrygd og tænastur, sum landsstýriskvinnan í almannamálum hevur lagt fyri tingið.

”Hetta er ein søguligur dagur og eg eri sera fegin um, at drúgva arbeiðið loksins hevur borið á mál”, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna.

Lógin um almannatrygd og tænastur kemur í staðin fyri gomlu forsorgarlógina, sum upprunaliga er ein donsk lóg frá 1960’unum, og hóast dagføringar eru gjørdar í fleiri umførum, er forsorgarlógin ikki longur tíðarhóskandi í einum framkomnum føroyskum samfelag.

Meginreglan í nýggju lógini er, at støði verður tikið í tí einstaka; hvat hesin megnar, tørvar og ynskir í mun til støðuna, sum hann er í. Tænasturnar skulu veitast saman við borgaranum, heldur enn fyri  borgaran.

Stórur dentur verður lagdur á at varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin, og at borgarin hevur ávirkan á egin viðurskifti. Hóast fyribils ella varandi brek, skal bera til at liva eitt so vanligt lív, sum gjørligt.

"Síðani 1990-árini hevur verið arbeitt við at fáa ein avloysara til gomlu forsorgarlógina, og nógv eiga lut í hesum drúgva arbeiði.

Í dag rukku vit loksins á mál, og eg gleðist um, at vit hava borið hesa týdningarmiklu lóg allan vegin. Og tess meira kann eg fegnast um, at tað hevur eydnast mær at sannføra alt løgtingið,” sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna.

“Nýggja lógin skal tryggja øllum okkara borgarum góða tænastu, rættartrygd og møguleikar at liva og virka í Føroyum,” sigur ein væl nøgd landsstýriskvinna í almannamálum.