20.04.2020 · Almanna- og mentamálaráðið

Lóg um almannatrygd og tænastur til fyrstu viðgerð

Lóg um almannatrygd og tænastur til fyrstu viðgerð

Í morgin fær lógin um almannatrygd og tænastur fyrstu viðgerð í løgtinginum. Lógin er partur av einum lógarpakka við fimm lógarupskotum.

Eg eri sera fegin um, at júst hesi eru millum tey mál, sum løgtingið fer at viðgera, nú nøkur mál tíverri liggja eftir orsakað av støðuni við Korona
sigur landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

Meginreglan er, at støði verður tikið í tí einstaka; hvat hesin megnar, tørvar og ynskir í mun til støðuna, sum hann er í. Tænasturnar skulu veitast saman við borgaranum, heldur enn fyri borgaran.

Stórur dentur verður lagdur á at varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin, og at borgarin hevur ávirkan á egin viðurskifti. Hóast fyribils ella varandi brek, skal bera til at liva eitt so vanligt lív, sum gjørligt.

Lógin um almannatrygd og tænastur kemur í staðin fyri gomlu forsorgarlógina, sum upprunaliga er ein donsk lóg frá 1960’unum, og hóast dagføringar eru gjørdar í fleiri umførum, er forsorgarlógin ikki longur tíðarhóskandi í einum framkomnum føroyskum samfelag.

Lóg um almannatrygd og tænastur er fyrsta mál á skránni á løgtingsfundinum, sum verður settur klokkan 10 í morgin.