26.01.2021 · Almanna- og mentamálaráðið

Lógaruppskotið hjá landsstýriskvinnuni, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, um at byggja sambýli til fólk við menningartarni á Mýrini í Hoyvík einmælt samtykt

Lógaruppskotið hjá landsstýriskvinnuni, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, um at byggja sambýli til fólk við menningartarni á Mýrini í Hoyvík einmælt samtykt

Løgtingið hevur í dag við 3. viðgerð einmælt samtykt lógaruppskotið um at byggja sambýlið til fólk við menningartarni, ið verður bygt á Mýrini í Hoyvík. Tilboðini uppá jørðarbeiðið koma inn fríggjadagin, og klárt verður at fara undir jørðarbeiði beinanvegin.

Arbeitt verður samstundis við at gera høvuðsprosjektið liðugt. Arbeiðið at byggja nýggja sambýlið, verður boðið út í mars, og lisitatiónin verður í apríl. Farið verður undir byggja í juni, og klárt at flyta inn umleið september/oktober í næsta ár.