05.10.2021 · Almannamálaráðið

Løgfrøðingur til Almannamálaráðið

Løgfrøðingur til Almannamálaráðið

Almannamálaráðið søkir eftir løgfrøðingi til avbjóðandi og spennandi starv, har uppgávurnar krevja fakligan førleika og áhuga fyri økinum, sum ráðið varðar av.

Fyri fulltrúa í barnsburðarfarloyvi verður søkt eftir fulltrúa í tíðaravmarkað starv frá 1. november 2021 til 1. november 2022 ella sambært nærri avtalu.

Starvið
Tú kemur at arbeiða við einum fjølbroyttum úrvali av ráðgevandi og fyrisitingarligum uppgávum á teimum økjum, ið ráðið umsitur við serligum denti á persóns-, familju- og arvarætt. Starvið er skipað á deildini fyri almanna- og familjumál.

Les alla starvslýsingina HER