07.03.2020 · Almanna- og mentamálaráðið

Lógin um almannatrygd og tænastur fer at gera tað lættari at vera familja við børnum, sum bera brek

Lógin um almannatrygd og tænastur fer at gera tað lættari at vera familja við børnum, sum bera brek

Tað kann vera ein stór avbjóðing hjá familjum at fáa barn, sum ber brek ella hevur varandi sjúku. Tilveran kann broytast munandi meira enn hjá øðrum familjum, og tað er vanligt, at nógv tíð og orka verður brúkt at stríðast fyri, at barnið fær neyðuga hjálp.

“Vit eiga at skapa karmar fyri, at familjur, sum hava børn, sum bera brek, kunnu liva eitt so vanligt familjulív, sum til ber, og at barnið kann fáa neyðugan stuðul í familjuni undir røttum kørmum. Familjurnar brúka ov nógva tíð og orku at stríðast fyri, at barnið fær neyðuga hjálp. Hetta mugu vit gera nakað við, og fyrsta stigið er – saman við familjuni – at finna útav, hvørja hjálp teimum tørva, og síðani leggja hjálpina til rættis saman við teimum,” sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum.

Nýggja lógin um almannatrygd og tænastur fevnir um eina røða av amboðum, sum eru ætlað til at gera tað lættari at vera familja við barni, sum ber brek ella hevur varandi sjúku.

Uppskotið áleggur Almannaverkinum eina serliga skyldu at veita hesum foreldrum skjóta ráðgeving, og sum nakað nýtt verður eisini heimild til at veita heimaráðgeving, sum skal stuðla undir, at familjan klárar avbjóðingar í gerandisdegnum.

Foreldur við børnum, ið bera brek ella hava varandi sjúku, kunnu í dag fáa endurgjald fyri mista inntøku, um sjúkan ella brekið hevur við sær, at tað ikki ber til at arbeiða, ella at neyðugt er at arbeiða minni. Hægst møguliga endurgjaldið hækkar við uml. 2.700 kr. um mánaðin, úr umleið 22.300 kr. upp til 25.000 kr. um mánaðin.

Skipanin við Hjálparráðum verður meira smidlig fyri at gera tað lættari hjá familjuni at varðveita sambandi við barnið, sum flytur í bústað hjá Almannaverkinum. Møguleiki verður nú í ávísum førum at varðveita hjálpartól í heiminum soleiðis, at barnið kann koma heim aftur á vitjan.

Eisini eru krøvini til at søkja um fíggjarligan stuðul til leypandi meirútreiðslur á hvørjum ári linkaði í tann mun at talan er um varandi og støðugan tørv.

Almannaverkið fær harumframt eisini skyldu til at samskipa og samstarva við aðrar myndugleikar, sum veita hjálp.

“Sum landsstýriskvinna í almannamálum kann eg ikki áleggja øðrum myndugleikum at samskipa og samstarva, men samstarv og samskipan er nakað vit áhaldandi mugu arbeiða við soleiðis, at tey, sum vit eru til fyri, í størri mun merkja, at tey fáa hjálp,” sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna.