28.02.2018 · Almanna- og mentamálaráðið

Løgtingið havt aðalorðaskifti um javnstøðu

Løgtingið havt aðalorðaskifti um javnstøðu

Løgtingið hevði í gjár aðalorðaskifti um javnstøðupolitikkin, sum landsstýriskvinnan í javnstøðumálum, Eyðgunn Samuelsen, hevur orðað.

Javnstøðulógin hevur skjótt 25 ár á baki, men hetta er fyrstu ferð at ein javnstøðupolitikkur er orðaður, og at Løgtingið hevur havt høvi at viðgera javnstøðu við einum aðalorðaskifti.

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna var væl nøgd við aðalorðaskifti.

“Orðaskiftið var áhugavert, og farið varð víða. Javnstøða er eitt ógvuliga breitt mál, og tosað varð um, hvussu vit eiga at skipa samfelagið. Ikki øll tingfólk eru samd, og tað var helst eisini tí, at orðaskifti var so mikið drúgt. Eg haldi tó, at tingfólk høvdu fleiri góðar ásjónir, sum vit taka við í víðari arbeiðinum. Samstundis haldi eg at tað er umráðandi at hava í huga, at javnstøða er eitt felagsmál, sum bæði kynini hava ágóðan av. Øll hava rætt til eitt lív, har tey velja av egnum huga og evnum,” sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna.

Saman við javnstøðupolitikkinum er ein virkisætlan fyri javnstøðu, sum er gjørd í samstarvi við avvarðandi landsstýrisfólk, stovnar og feløg. Eyðgunn Samuelsen frøist um, at arbeiðið at gera virkisætlanina hevur fingið so jaliga og góða undirtøku, og farið verður í næstum undir arbeiði at fremja átøkini í virkisætlanini.