06.06.2016 · Almanna- og mentamálaráðið

Mál og avrikssáttmáli við Almannaverkið er undirskrivaður

Mál og avrikssáttmáli við Almannaverkið er undirskrivaður

Almannaverkið og Almannamálaráðið hava undirskrivað mál og avrikssáttmála fyri 2016.

Almannaverkið setur í 2016 fokus á autismuráðgeving, svartíðir og skiftið frá barnalívi til lívið sum vaksin

Avrikssáttmálin tekur støði í at menna og veita betri tænastu til borgaran á nøkrum av teimum mest týðandi økjunum, sum Almannaverkið umsitur. Tey trý økini, har Almannaverkið setir inn við tiltøkum í 2016, eru:

  • Ráðgeving sum fyribyrging
  • Langtíðarmál hjá børnum og ungum
  • Svartíðir, tá søkt verður um tænastur og veitingar

Meiri kunning fæst við at lesa inni á heimasiðuni hjá Almannaverkinum her