05.01.2017 · Almanna- og mentamálaráðið

Markamótsnevndin hevur tikið fleiri avgerðir um markamót millum eldrarøkt og forsorg

Markamótsnevndin hevur tikið fleiri avgerðir um markamót millum eldrarøkt og forsorg

Markamótsnevndin hevur tikið avgerðir í fimm málum um markamót. Øll málini snúgva seg um búpláss/røktarheimspláss fyri persónar við samansettum tørvi á røkt og stuðli.

Tað eina málið snýr seg um eina rokning fyri útreiðslur fyri uppihaldi á røktarheimi eitt ávíst tíðarskeið. Maðurin, sum hevur verið á røktarheimi, hevði sálarligt brek, og var yvir 67 ár.

Fyri at fáa serligt búpláss frá landinum, skal eitt ávíst sjúkustig til, áðrenn kravið um týðandi sálarligt brek er lokið. Nevndin metir ikki, at talan varð um so týðandi sálarligt brek í ítøkiliga førinum, at tað kundi gjørt serligt búpláss undir landinum aktuelt. Sostatt eigur kommunala samstarvið at bera útreiðslurnar heldur enn Almannaverkið.

Trý av málunum snúgva seg um búpláss til seinheilaskaddar menn, meðan eitt mál snýr seg um eina kvinnu, diagnostiserað við Alzheimers. Allir fýra persónarnir eru undir 67 ár.

Sambært lóg um eldrarøkt, kann røktarheim og eldrasambýli í heilt serligum førum hýsa øðrum røktarkrevjandi persóni enn fólkapensjónisti.

Markamótsnevndin er av teirri fatan, at kjarnuøkið fyri røktarkrevjandi undir 67 ár, ið kunnu fáa búpláss frá kommununum, eru borgarar, ið hava sjúku, ið eldri fólk typiskt fáa, og sum er progressiv og degenererandi. Alzheimers og onnur sløg av demensi eru mest vanligu sjúkur í so máta, ið elva til, at persónur gerst óafturvendiliga og alsamt meira røktarkrevjandi. Sclerosa á seinni stigi er annað dømi.

Sonevndur alkoholdemensur –  ella seinheilaskaði  grundað á langtíðar misbrúk av alkoholi, er ikki á sama hátt ein degenerativ sjúka sum hinar fyrr nevndu. Steðgar viðkomandi við misbrúkinum og fer at liva sunnari, kann progressiónin steðga. Almannaverkið hevur higartil við heimild í forsorgarlógini, varðað av búplássum til hendan bólk. Markamótsnevndin dugir ikki at síggja, at hetta økið er flutt frá landi til kommunur.

Nevndin metir, at Almannaverkið eigur at veita tilboð um búpláss á heimi fyri seinheilaskadd, tá talan er um alkoholdemens og apopleksi, meðan kommunurnar vanliga eiga at veita tilboð um búpláss á røktarheimi ella eldrasambýli til borgarar undir 67 ár, ið eru raktir av Alzheimers demens.