09.09.2016 · Almanna- og mentamálaráðið

Markamótsnevndin sett

Markamótsnevndin sett

Fyri løtu síðani varð Markamótsnevndin formliga sett. Tey, ið manna nevndina eru Bárður Larsen, løgfrøðingur og adjunktur á Fróðskaparsetrinum, Ása Olsen, aðalskrivari hjá MBF og Katrin Danielsen, kommunulækni. Nevndin hevur skipað seg við Bárði Larsen sum formanni og Ásu Olsen sum næstformanni.

Sum flest øllum kunnugt, eru fleiri markamót millum kommunurnar, Almannaverkið og sjúkrahúsverkið, tá ið tað snýr seg um tænastur til borgarar. Við markamót verður hugsað um ymisk málsøki, har ábyrgdin hjá ymsum myndugleikum umskarast. Neyðugt er tá at staðfesta, hvørjar meginreglur eru galdandi í ábyrgdarbýtinum millum partarnar – land og kommunur. Við útleggingini av eldrarøktini eru nýggj markamót komin millum land og kommunur, og arbeitt hevur verið við at tryggja, at borgarar ikki detta niður ímillum ymsu skipanirnar, tí myndugleikar ikki kunnu semjast.

Í fyrstu syftu er eitt skjal, sonevnda Markamótsskjalið, tilevnað. Við Markamótsskjalinum, sum varð undirskrivað 30. mai í ár, eru lunnar lagdir undir góðum samstarvi og samskipan millum myndugleikarnar, tá tænastur verða veittar borgarum, eins og kósin er sett fyri, hvussu loysnir finnast, tá borgarar hava tørv á tænastum frá fleiri almennum myndugleikum.

Nú er eisini ein trímannanevnd, Markamótsnevndin, sett til at taka avgerðir um handfaring av markamótum. Ætlanin við nevndini, er, at hon fer at skapa fordømi í teimum málum, har myndugleikarnir ikki kunnu koma ásamt um, hvørjum myndugleika borgarin hoyrir til. Á henda hátt skuldi trygd verið fyri, at borgarin ikki dettur niður ímillum, men fær eina virðiliga viðgerð og tænastu óansæð, hvussu tørvur hansara fyri tænastum er samansettur.

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, metir, at við at fáa Markamótsnevndina setta, hava vit tikið eitt stórt fet í mun til at áseta greiðari reglur um ivamál í sambandi við útlegging av eldraøkinum, soleiðis at vit kunnu geva fleiri borgarunum eina betri tænastu, samstundis sum vit fyribyrgja at borgarar detta niður ímillum ymsu skipanirnar hjá myndugleikunum.