01.11.2016 · Almanna- og mentamálaráðið

Markamótsnevndin tikið sína fyrstu avgerð

Markamótsnevndin tikið sína fyrstu avgerð

Markamótsnevndin tók í síðstu viku sína fyrstu avgerð, sum varð undirskrivað leygardagin 29. oktober 2016. Málið snýr seg um, hvør eigur at veita tænastur, sum dagtilboð, til demensraktar borgarar yngri enn 67 ár.

Nevndin kom til ta niðurstøðu, at sambært orðaljóðinum í lóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m., er grundarlag ikki fyri greitt at staðfesta, at hesum bólkur av borgarum er lagdur út til kommunurnar saman við eldrarøktini. Vísandi til kontinuitet og rættarstøðu borgarans, metir nevndin sostatt, at Almannaverkið eigur at veita tænastur, sum dagtilboð, til demensraktar borgarar yngri enn 67 ár.

Avgerðin hjá Markamótsnevndini kann lesast her, og er annars at finna á heimasíðuni hjá Almannamálaráðnum.