01.11.2021 · Almannamálaráðið

Minningarhald teirra sjólátnu

Minningarhald teirra sjólátnu
1 / 4

Aftur í ár skipaði Sjómansmissiónin fyri minningarhald teirra sjólatnu á Vinnuháskúlanum.

Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, beyð vælkomin, Bergtórur H. Bjarkhamar, prestur, hevði eina andakt og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, helt røðu vegna landsstýrið og sálmar vórðu sungnir.

Landsstýriskvinnan segði millum annað:

Í ár eru 50 ár liðin síðani, at eg sum 7 ára gomul misti pápa mín í hansara yrki á sjógvum. Sum barn at missa pápa sín, er ein so ógvusligur missur, at hann ikki kann lýsast við orðum.

Eftir hetta varð farið oman til minnisvarðan í Viðalundini, har landsstýriskvinnan legði krans og sálmar vórðu sungnir.

Les alla røðuna niðanfyri her:

Góðan dag, øll somul

Í dag síggja vit merkið vundið á hálva stong kring alt landið. Tjóðarmerkið okkara, sum savnar okkum í gleði, sum í sorg. Í dag minnir tað okkum á lívsins álvara, allahalgannadag og minnisdag teirra, ið lótu lív á sjógvum.

Ein siður, sum vit síðani 1949 eru vend aftur til á hvørjum ári. Tætt knýttur at tí veruleika, at vit eru ein siglandi tjóð. Havið, við øllum sínum ríkidømi, og sum ríkar okkum sum samfelag. Og ikki minni, farleiðin í okkara gamla oyggjasamfelagi og samstundis leiðin, sum er við til at binda okkum saman við restini av heiminum.

Eisini á hesum minningarhaldi mugu vit ásanna, at ikki altíð bórust boð í bý, tá farið varð á sjógvin.

Samstundis, sum vit við virðing minnast tey farnu, so líta vit eisini frameftir. Vit trúgva uppá framtíðina og hava gjøgnum øldir styrkt okkum til at møta ókomnum døgum við áliti, trúgv og bøn.

Harmur og gleði í felag tey reika,
eydna, óeydna tær ganga á rað.
Viðrák og mótrák tey skiftandi leika,
sólskin og skýggj ferðast saman í lag!”

Soleiðis syngur Kingo, í føroysku týðingini, ið Chr. Matras týddi, einans 21 ára gamal. Hetta var í 1921, fyri júst 100 árum síðani.

Í ár eru 50 ár liðin síðani, at eg sum 7 ára gomul misti pápa mín í hansara yrki á sjógvum. Sum barn at missa pápa sín, er ein so ógvusligur missur, at hann ikki kann lýsast við orðum.

Vit 3 systkini, saman við mammu okkara, vórðu ikki gloymd av familjuni, men fingu allan stuðul og styrk at koma víðari í lívinum.

Og hetta var heldur ikki heilt ókent í tí umhvørvi, vit vóru borðin til og vuksu upp í. Har, millum Seglhúsfólkini í Klaksvík, vóru tey væl vitandi um, hvat sjógvurin hevði at bjóða og sanniliga eisini hvat hann kravdi og tók.

Virðingina fyri okkara siglandi fólki havi eg fingið inn við móðurmjólkini. Og eg dugi illani at ímynda mær føroyska samfelagið, uttan teirra dagliga íkast.

Dagurin í dag gevur okkum eisini høvi til at minnast tey, sum hava mist. Hetta vóru treytirnar fyri at virka í samvirkni við sjógvin. Hesi hava korini verið allar tíðir.

Og sanniliga hevur sjógvurin merkt mangt heimi og manga bygt og bý í Føroyum. Nógv syrgja síni, eisini hendan dagin, konur og børn, mammur og pápar, ommur og abbar, ja heilar familjur og bygdasamfeløg.

Søgan hevur óteljandi dømir um hetta og vit kenna øll til fleiri tilburðir við ólukkum á havinum, sum kostaðu lívsgrundarlagið fyri heilar bygdir. Bátsmanningar, sum gingu burtur við mann og mús. Har onki annað var at gera, enn at fara frá húsi og heimi. Ella har mammur vórðu noyddar at seta børn síni út til onnur at vaksa upp, heilir systkinaflokkar sindraðist.

Í dag eiga vit nýggjari skip, sum eru nógv tryggari enn fyrr. Túrarnir eru heldur ikki so langir sum fyrr. Og teir góðu samskiftismøguleikarnir gera sambandi millum fólkið á sjógvum og okkum heima til nakað heilt annað, enn tað vit fyrr kendu til.

Okkum nýtist ikki í sama mun at óttast og stúra. Vit hava eitt vælútbúgvið fólk til at taka ábyrgdina av skipaflutninginum. Amboðini og tøknin umborð er nútímans og lættir um í arbeiðinum umborð.

Og hóast alt hetta, so er onki broytt, tá tað kemur til náttúruna. Har koma dagar, har hon vísir seg frá síni ógvusligastu síðu, har tað als ikki er vandaleyst og har vit eisini í dag sita óttafull heima og hugsa um okkara kæru í teirra yrki á sjónum.

Jú sanniliga má sigast, at tíbetur føðir sjógvurin føroyingar. Men vit mugu ikki gloyma, at sjógvurin eisini krevur sítt. Og eisini onkutíð í góðveðri og tá skip liggja í tryggari havn.

Árið í ár er tó eitt hendingaár. Vit kunnu takka Harranum fyri, at eingin er sjólátin, síðani vit seinast vóru savnaði her. Tí fara vit ikki at nevna nøvn, men vit reisa okkum og minnast í tøgn.

Tøgn í 1 minutt

Eg fari við hesum orðum, vegna Føroya Landsstýri og alla ta føroysku tjóðina, at lýsa samkenslu við tykkum, ið mist hava ein av tykkara kæru á sjógvum.

Jesus veri hjá tykkum øllum. Og friður veri við minni teirra sjólátnu.

Takk fyri!

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur,

landsstýriskvinnu