18.01.2021 · Almanna- og mentamálaráðið

Munandi bíligari at byggja heimið til børn og ung við autismu

Munandi bíligari at byggja heimið til børn og ung við autismu

Tilboðini at byggja heimið til børn og ung við autismu, sum skal byggjast í Kvíggjartún á Argjum, vóru í dag latin upp. Samanlangt vóru tilboðini lægri enn kostnaðarmetingin, og samanlagt fer tað at kosta 39 mió. kr. at byggja heimið.

Eg eri ógvuliga glað fyri, at eg havnaði lisitatiónini í fjør, tí tað vísir seg, at tað ber til at gera nakrar broytingar, og fáa prísin niður, sigur landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

Arbeiðið var upprunaliga boðið út í fjør, og tá var prísurin nógv hægri enn kostnaðarmetingin. Lægsta tilboðið, saman við øðrum útreiðslum, var omanfyri 56 mió. kr.

Arbeitt hevur verið við spariuppskotum og ymsu loysnum, tó uttan at tað gongur út yvir funktiónirnar og virksemið í heiminum. Eisini er arbeiðið hesaferð boðið út í sjey arbeiðstøkum, sum er gjørt fyri at fáa ein so góðan prís sum gjørligt.

Eg eri sera spent uppá at fáa bygt heimið til børn og ung við autismu, tí tørvurin á heiminum er ovurhondsstórur, og hetta er fyrstu ferð, at vit byggja til hendan málbólkin í Føroyum. Í næstum fari eg at leggja broytingaruppskot fyri Løgtingið, har eg biðið um at hækkað fíggjarligu heimildina í verklagslógini, soleiðis at vit kunnu fara undir at byggja beinanvegin, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.