15.06.2021 · Almanna- og mentamálaráðið

Neyðug undantøk mugu latast

Neyðug undantøk mugu latast

"Eitt verkfall er ein ólukkulig støða hjá okkum øllum, sum verða rakt. Eg, sum landsstýriskvinna, varði av okkara allar veikastu borgarum, og í komna støðan nívir meg nógv.

Eg harmist um, at vit eru komin hartil, at stovnar mugu lata aftur, búfólk sendast úr egnum heimi til avvarðandi at búgva, at fólk kring landið, sum hava tørv á hjálp og stuðli til tess at fáa gerandisdagin at ganga og hanga saman, eru noydd at vera hesa hjálpina fyri uttan."

Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum.

Mánamorgunin kl. 7.00 varð Almannaverkið rakt av umfatandi verkfalli hjá Føroya Pedagogfelag, sum hevur sent allar sínar limir í verkfall í sambandi við sáttmálatrætuna millum Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið øðrumegin og Føroya Pedagogfelag hinumegin.

"Regluligt samband er millum Almannaverkið og Føroya Pedagogfelag um møgulig undantøk, sum eg vóni vit fáa játtað, so vit halda ein minsta stand. Føroya Pedagogfelag var um ársskiftið 2017/18 eisini í verkfalli. Tá játtaði felagið 123 undantøk, so undrar tað meg, at Føroya Pedagogfelag nú sigur, at 16 undantøk eru nóg mikið, serliga havandi í huga, at virksemið og starvsfólkatalið í Almannaverkinum er økt síðani tá.

Í einum vælferðarsamfelagi, sum tað føroyska, er alneyðugt at tryggja eitt minstamark av hjálp til tey, sum verða serliga hart rakt av hesum verkfalli, og sum veruliga ikki klára seg uttan hjálp. Eg vóni inniliga, at neyðug undantøk í hesum verkfalli verða latin, soleiðis at tað ikki stendur um lív og heilsu hjá okkara allar veikastu borgarum," sigur landsstýriskvinnan at enda.