09.07.2021 · Almanna- og mentamálaráðið

Nú verður møguligt at fáa viðlíkahaldsvenjing

Nú verður møguligt at fáa viðlíkahaldsvenjing

Landsstýriskvinnan í almannamálum hevur sent uppskot til kunngerð um endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing til hoyringar.

Frá 1. september 2021 fer Almannaverkið undir at veita viðlíkahaldsvenjing til fólk millum 18 ár og pensiónsaldur, sum orsakað av breki ella sjúku ikki fáa virkað til fulnar.

Endamálið við kunngerðini er at tryggja verandi virkisførleika og fyribyrgja og útseta, at virkisførleikin versnar. Soleiðis kann borgarin varðveita ella fáa tilknýti til arbeiðsmarknaðin ella klára seg uttan hjálp ella við minni hjálp frá Almannaverkinum. Og ætlanin er, at taluvenjing eisini verður ein partur av viðlíkahaldsvenjingini.

Fyri at gera tað einfaldari fyri borgaran, er endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing samlað í einari kunngerð.

Tvær milliónir krónur eru settar av til endamálið í 2021, og verður tænastan útbygd sum frálíður.

Freistin at koma við viðmerkingum til uppskotið er 11. august 2021.