19.01.2021 · Almanna- og mentamálaráðið

Nýggjar bústaðir fyri 450 milliónir

Nýggjar bústaðir fyri 450 milliónir

Í morgin fær bústaðapakkin hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum fyrstu viðgerð í løgtinginum.

Høvuðstátturin í lógaruppskotinum er, at Bústaðir fáa møguleika at byggja nýggjar bústaðir – kring alt landið – fyri knappa hálva milliard krónur. Bústaðir hava í dag einar 350 íbúðir – innan fá ár 500 – og við hesum lógaruppskoti kann felagið seta gongd á enn fleiri bústaðaverkætlanir komandi árini.

“Síðani 2014 hava vit upplivað ein støðugan fólkavøkstur í Føroyum. Hetta er at fegnast um, tí tað merkir, at fólk trívast í Føroyum, og at útisetar vilja flyta heim aftur, tá tey eru liðug at lesa. Fólkavøksturin ger tó, at tað er ein óvanliga stórur eftirspurningur eftir bústøðum í landinum, og hetta vil eg sum landsstýriskvinna arbeiða við at loysa,” sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna.

Fyri at eggja privatum íleggjarum, skulu Bústaðir frameftir virka undir meira jøvnum treytum, har grundarlag er fyri kapping. Á henda hátt verður eisini møguligt hjá Bústøðum at samstarva við íleggjarar um bústaðaverkætlanir.

”Bústaðir kunnu ikki byggja alt; til tað er tørvurin ov stórur. Skal bústaðatrotið loysast, má privati kapitalurin gera størri íløgur í føroyska bústaðamarknaðin,” sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur at enda.