08.12.2020 · Almanna- og mentamálaráðið

Nýggjar bústaðir fyri 450 mió. kr.

Nýggjar bústaðir fyri 450 mió. kr.

Landsstýriskvinnan, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, hevur í dag lagt lógaruppskot um bústaðapakka fyri Løgtingið. Við lógaruppskotinum kann Bústaðir m.a. fara undir nýggjar bústaðaverkætlanir fyri 450 mió. kr. komandi árini.

Fyri at tryggja, at fíggingin kemur til góðar kring alt landið, hevur landsstýriskvinnan tikið avgerð um, at 125 mió. kr. skulu fíggja bústaðabygging uttanfyri miðstaðaøkini.

Harafturat skulu 200 mió. kr. fíggja bústaðaverkætlanir til serligar málbólkar. Talan kann vera um vardar bústaðir, eitt nú búfelagsskapir til fólk við sálarsjúku, men talan kann eisini vera um eitt nú lestrarbústaðir.

Javnseting og økt samstarv við privatar íleggjarar

Bústaðir ger av, hvar í landinum tær seinastu 125 mió. kr. skulu nýtast. Fara tær til verkætlanir í teimum økjum í landinum, har tað er grundarlag fyri kapping, skal tað tó vera á javnsettum grundarlagi.

Landsstýriskvinnan greiðir soleiðis frá:

Hóast lánsupphæddin upp á 450 mió. kr. er søguliga stór, kann Bústaðir ikki nøkta allan bústaðatørvin í landinum. Um trupulleikin á bústaðaøkinum skal loysast, má privati kapitalurin aktiverast. Tað er júst tað, sum er endamálið við javnsetingini.

Endamálið er harafturat at eggja til samstarv millum Bústaðir og privatar íleggjarar og harvið økja enn meira um útboðið kring landið.

Eg fegnist um hetta uppskotið, sum eg í dag kann leggja fyri løgtingið. Og eg vóni, at eitt samt Løgting tekur undir við tí. Skjótari uppskotið verður samtykt, skjótari kunnu vit fara í gongd við at loysa trupulleikan við bústaðatrotið, sum er í landinum, sigur landsstýriskvinnan at enda.