07.09.2016 · Almanna- og mentamálaráðið

Nýggjur dátugrunnur til samstarvsverkætlanir um javnstøðu í Norðurlondum

Nýggjur dátugrunnur til samstarvsverkætlanir um javnstøðu í Norðurlondum

Norðurlendski javnstøðugrunnurin NIKK, norðurlendsk kunning og kunnleiki til kyn, umsitur fleiri norðurlendskar samstarvsverkætlanir, sum m.a. fevna um norðurlendska javnstøðu í skúlum og frískúlum, kynsdiskriminerandi lýsingar og tilmæli til, hvussu vit kunnu hjálpa kvinnum, sum hava verið fyri harðskapi á netinum.

Nú hevur NIKK almannakunngjørt ein nýggjan dátugrunn, har kunnað verður um tær ymisku verkætlanirnar, sum verða fíggjaðar.

Maria Grönroos, sum hevur yvirskipaða ábyrgd fyri skrivstovuni hjá NIKK í Kynsgransking á Universitetinum í Gøteborg, sigur, at takkað verið samstarvinum, veksur kunnleikin og spjaðist yvir landamørk. Við nýggja dátugrunninum vaksa møguleikarnir fyri einum størri samstarvi, tí nú kunnu allir aktørar í norðurlondum leita eftir samstarvspørtum ella fáa samband við aðrar felagsskapir, sum longu arbeiða við sama evni, sum ein sjálvur. Hetta er ein máti at gerast meira sjónlig, eins og til ber at útvega upplýsar um, hvussu samband fæst tvørtur um landamørk, soleiðis at ikki er neyðugt at byrja av nýggjum hvørja ferð.

Við leitifunktiónini, kann brúkarin sjálvur velja, um hann ynskir at vísa eina verkætlan, sum verður framd sum eitt serstakt virksemi ella viðvíkir einum serligum evni. Verkætlanirnar taka m.a. serligt atlit at útbúgving, harðskapi grundað á kyn, maskulinitetir og miðlar. Í leitiúrslitinum ber eisini til at síggja, hvørjir felagsskapir arbeiða saman, og hvørjir kontaktpersónarnir eru. Maria Grönroos vónar, at nýggi dátugrunnurin verður brúktur til at finna onnur, sum hava fingið viðkomandi royndir og læra av teimum.

Í sambandi við at nýggi dátugrunnurin er almannakunngjørdur, er ein stuttur kunningarfilmur gjørdur, sum vísur, hvussu javnstøðupolitiska samstarvið virkar, og hvat norðurlendski javnstøðugrunnurin er. Filmurin kann síggjast her.

Hetta er ein liður í at bøta um javnstøðuna í Norðurlondum, og hevur Norðurlendska Ráðharraráðið fíggjað fleiri verkætlanir. Tað er eisini Norðurlendska ráðharraráðið, sum hevur stovnað javnstøðugrunnin, NIKK. Higartil eru fleiri enn 120 felagsskapir við í samstarvinum, sum gongur tvørturum Norðurlendsku landamørkini.

Meira kunning um NIKK fæst við at lesa her.