02.09.2022 · Almanna- og mentamálaráðið

Nýggjur faldari til fakfólk um fráboðanarskylduna

Nýggjur faldari til fakfólk um fráboðanarskylduna

Sig Frá-verkætlanin og Barnaverndarstova Føroya hava í hesum døgum nýggjan faldara um fráboðanarskylduna kláran til fakfólk. Heitið á faldaranum er: Børn hava rætt til eitt gott lív.

Fakfólk eru her tey, sum hava tætt samband við børn, til dømis námsfrøðingar, lærarar, heilsufrøðingar, ljósmøður og kommunulæknar. Fráboðanarskyldan umfatar børn og ung, sum hava brúk fyri hjálp orsakað av viðurskiftum heima við hús, ella tí tey verða misnýtt.

Í bóklinginum eru svar at finna um spurningar so sum:  Hvat merkir fráboðanarskylda fyri fakfólk? Hvussu tekur tú vandatekin í álvara? Hvussu greiðir tú frá tíni stúran?

Vil faldaranum vilja vit lýsa fráboðanarskylduna til fakfólk til fulnar og gera tað lættari hjá teimum at bera seg rætt at. Hetta er eitt álvarsligt evni, og tí er alneyðugt, at øll framferð og tilgongd fer rætt og virðiliga fram.

Bóklingurin er tøkur á her á heimasíðuni og bvs.fo og kann eisini bíleggjast frá Barnaverndarstovu Føroya á bvs@bvs.fo.